Tað hevur verið heldur friðarligt í Hósvík, síðani kappróðurin var liðugur ella kanska eitt sindur fyrri upp á dagin enn so.
Tey í Sundalagnum eru í Gundadali, har tey hava fylgt EB/Streymi í steypafinaluni ímóti B36.
EB/Streymur vann í fjør steypafinaluna ímóti HB. Tá var úrslitið 4-3 til EB/Streym. Í kvøld hevur EB/Streymur vunnið 3-2 á hinum havnarliðnum. Harvið hevur EB/Streymur tryggjað sær luttøku í UEFA Cup um eitt ár.
Áðrenn tað kemur so langt, skal EB/Streymur luttaka í UEFA Cup.
Finaluluttøkan kann vera nóg mikil til B36 luttøku í UEFA Cup næsta summar. Soleiðis verður tað, um EB/Streymur vinnur FM.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur nú handað Løgmanssteypið til Egil á Bø, liðformann hjá EB/Streymi.
Tað fer neyvan stillisliga aftur við borðinum á Sundalagsstevnuni í Hósvík, tá ið steypavinnararnir koma úr Havn.
EB/Streymur-B36 3-2 (2-1)
1-0: Arnbjørn Hansen 12.
2-0: Hans Pauli Samuelsen 20.
2-1: Bergur Midjord 40.
3-1: Arnbjørn Hansen 76.
3-2: Karoly Potemkin 79.
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: René Tórgarð - Levi Hanssen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Hanus Eliasen (Marcell Szabolcs, 87.), Brian Olsen (Fróði Clementsen, 86.), Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen - Sorin Anghel, Arnbjørn Hansen
B36: Meinhard Joensen ? Ásbjørn V. Gunnarsson (Róaldur Jacobsen, 84.), Dimitri Jankovic, Herbert í Lon Jacobsen, Alex Santos ? Magnus Olsen, Klæmint Matras, Tamas Nagy ? Bergur Midjord, Karoly Potemkin, Johan Ellingsgaard
Gult kort:Alex Santos