Tað gekk akkurát, sum tað varð roknað við, tá ið síðsta umfar í næstbestu deildini var á skránni. Fyrsta bríksli var á skránni klokkan 13, og tað eydnaðist at spæla liðugt, áðrenn veðrið fór at gera so nógv um seg, at tað ikki meiri var spælandi. 07 Vestur og AB høvdu frammanundan tryggjað sær uppflyting, og ávikavíst gull og silvur vórðu staðfest við sigrum á útivølli. 07 Vestur vann 6-1 á HB í Gundadali, og AB vann 2-0 á B68 á Svangaskarði. VB/Sumba vann longu fríggjadagin 4-1 á EB/Streymi, og tá fingu suðuroyingar handað bronsumerkini á Vágseiði. Leygardagin skuldi longu niðurflutta KÍ havt vitjað á Sevmýri, men fríggjakvøldið boðaðu klaksvíkingar frá, at tað ikki bar teimum til at manna lið.