Gullið fer til Havnar

Við sigrinum á StÍF mundi Neistin syrgja fyri, at FM-spurningurin verður eitt mál millum havnarfeløgini

Hondbóltur

Neistin vann uppgerðina á Skála sunnudagin, sum undan dystinum varð mett sum dysturin, har endaligi avbjóðarin til Kyndil skuldi finnast.
Soleiðis tykist tað nú standa fast, at gulldysturin verður ein uppgerð millum tey bæði havnarfeløgini, og tá Kyndil samstundis misti stig í grannauppgerðini móti H71 bendir nógv nú á, at talan verður um satt gullbrak, tá tey bæði havnarfeløgini hittast í næst seinasta umfarinum.
Undan dystinum mundu tað annars vera nógv av Neistafólkunum, sum bóru ótta fyri, at hetta ikki skuldi fara at spæla so væl av.
Bæði Heini Hanusarson og Dragisa Stojovic hava nevnliga drigist við skaðar seinastu tíðina, og tó at Dragisa væntandi kundi vera við hendan dystin, so tóktist tað standa greitt, at hetta so ikki fór at verða við fullari ferð. Hjá Heina tóktist vera enn verri statt, og tó at tað leygardagin ljóðaði, at hann helst fór at vera í hópinum, so vóru eingi serlig útlit fyri, at hansara leiklutur fór at verða nakað serligur.
Hartil kom so tann veruleiki, at StÍF helst var styrkt til dystin. Sveinur Justinussen verður av mongum mettur sum besta álopsvápnið hjá liðnum, og hann var nú byrjaður at venja, eftir at hann hevur verið úti við skaða síðani fyrst í januar mánaði.

Jotic á muni
Men tá dysturin varð blástur ígongd, vóru bæði Heini og Dragisa á vøllinum fyri Neistan, meðan Sveinur Justinussen sat á beinkinum hjá StÍF.
Um hetta so var orsøkin, skal verða ósagt, men tað tóktist í øllum førum eitt óvanliga spakført StÍF lið, sum byrjaði dystin. Tað var líka sum, um viljin og hugurin at vinna dystin als ikki var til staðar fyrstu longu løtuna, og tó at báðir stórskjúttarnir hjá Neistanum tóktist nakað merktir av skaðum sínum, so fingu teir saman við liðfeløgunum loyvi til at byggja sær eina lítla leiðslu upp.
Tað kom tó nakað av lívi í heimaáskoðararnar, tá fyrri hálvleikur var um at vera hálvrunnin. Við eitt tóktist heimaliðið at fáa skil á verjuspælið, og so gjørdist tað brádliga trupult hjá Neistanum. Áki Mørk fekk ikki longur sama rásarúm at stýra spælinum hjá gestunum, og tað førdi so aftur við sær, at uppspælið til hinar gjørdist nakað fátækari.
Og tá Neistin ikki á fullgóðan hátt megnaði at enda síni álop, so fekk StÍF av álvara sett kontra-spælið til. Kanska skuldi tað eisini verið so, at heimaliðið hesa løtuna mest sum avgjørdi dystin, men stórspæl frá Zeljko Jotic í Neista-málinum tók eini tríggjar frírennarar frá Alexandur, og tá Neistin so aftur fekk nakað av gongd á undan steðginum, gjørdist munurin ikki tann heilt øgiligi.

Hildu høvdið kalt
Tað gjødist hann so heldur ikki eftir steðgin, tó at StÍF nú aftur hevði fleiri góðar møguleikar. Alexandur átti aftur sín stóra lut í brendu kjansunum, men tað skal tó samstundis nevnast, at hann hóast hetta stríddist ótroyttiliga fyri liðið.
Neistin tóktist bara at hanga so dánt í, men um miðjan seinna hálvleik fór at bragda hjá teimum. Strandingar megnaðu einar tvær ferðir at svara aftur, tá Neistin stríddi seg upp á javnt, men so var eisini liðugt. Tíggju minuttir fyri leiklok høvdu gestirnir togað seg framum, og so var tað, at teir av álvara sýndu, at teir eisini megna at halda høvdið kalt, tá á stendur.
Alla tíðina dugdu teir væl at halda høvdinum kalt, tá strandingar royndu at seta ferð á, og hóst bæði Dragisa og Heini vórðu mansvardir móti endanum, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva hinar leikarirnar. Kanska mundu teir kenna seg eitt sindur kroystar, tá StÍF skoraði tvær ferðir á rað móti endanum, soleiðis at bert eitt mál var á muni, men heldur enn at fella í fátt, so tók Helgi Justinussen málkið í egnar hendur og nærum spákaði sær ígjøgnum tunnu StÍF-verjuna, soleiðis at hann kundi sláa seinasta seymin í.
Eitt sindur av roki kom annars í, tá Neistin økti til 26-23. Tá hetta álopið byrjaði, hevði Dia Midjord tveitt grøna kortið á dómaraborðið, men hóast hesi trýstu á floytuna, so var einki ljóð at hoyra í høllini. Dómararnir vistu tí av ongum, og tá álopið so kastaði mál av sær, vildi bonkurin hjá StÍF mótmæla. Eina løtu sá tað út til at gerast heilt ógvusligt, tá nøkur ikki alt ov pen orð fuku millum Marian Cirloganescu og Dragisa Stojovic, men tað var tó skjótt, at menn sissaðust, og dómurin um málið stóð framvegis við. Dómararnir sjálvir vistu einki um nakað time-out, og tí kundu teir ikki bakka dystin aftur til støðuna, tá kortið varð latið dómaraborðinum.

Finalan nærkast
Og tað er helst lítið at ivast í, at dreymurin hjá StÍF um at endurvinna FM nú er deyður og jarðaður. Fimm stig upp til oddin og bara fimm dystir at heinta hetta í, tykist í øllum førum vera ein sera stórur gloypibiti.
Stóran part av orsøkini fyri hetta eiga skaðarnir á liðnum uttan iva. StÍF hevur kanska ein hin breiðasta hópin í landinum, men tá leikarar sum Sveinur og Marian verða skaddir, so skal tað merkjast, og tað hevur tað eisini gjørt á Skála.
Hartil tykist tað eisini merkisvert, at hóast hópurin hjá StÍF sum sagt er ein hin breiðasti í landinum, so er tað hugvekjandi, í hvussu lítlan mun bonkurin hjá liðnum verður nýttur.
Skotsterkir menn sum Sverri og Leivur Justinussen verða hildnir uttanfyri, og tó at hesin seinast nevndi hevur fingið nógva spælitíð seinastu dystirnar, so er einki at ivast í, at hendan fer at minka munandi, nú yngri beiggin aftur er tøkur. Eisini hóast tað enn er eitt petti upp til toppformin hjá Sveini.
Spurningurin er so, hvørt liðið megnar at reisa seg longu til mikukvøldið. Tá kemur Kyndil á vitjan, og her hevur StÍF møguleikan at minka munin niður í trý stig, og hetta vil so í øllum førum vera nakað, sum tey í Neistanum høvdu fegnast um.
Tí úrslitini hesa ferð lagaðu seg nevnliga soleiðis, at Neistin nú aftur kann fáa fatur á grannunum. Tvey stig eru á muni, og málmunurin hjá pørtunum er hin sami, so um hendan støðan heldur, so kunnu havnarborgarar helst síggja fram til eina rætta finalu í næst seinasta umfarinum. Eina finalu, sum endaliga kann gera av, hvar FM-steypið skal standa komandi árið. Uttan fyri høvuðsstaðin fer tað so neyvan.

Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 25-27 (13-11)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 7(4), Sveinur Justinussen 5, Mihai Marinescu 3, Borgar Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Leivur Justinussen 1, Sverri Justinussen 1
Neistin: Dragisa Stojovic 8, Áki Mørk 7(4), Heini Hanusarson 5, Dann Thorleifsson 2, Helgi Michelsen 1, Ári Rouch 1, Blagoje Buha 1, Birgir Kass 1, Helgi Justinussen 1
Brotskøst: StÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 3
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen. Uppgávan gjørdist ongan tíð serliga trupul, tí spælið var fyri tað allar mesta sera reint, og dómararnir gjørdu so heldur ikki uppgávuna truplari, enn hon var.