Gullið bíðar á silvurfati á vánni í Klaksvík

10-mannafør: Klaksvíkingur setti tingini upp á pláss á Miðvági, og gullið bíðar nú á silvurfati í Klaksvík

Fyrsta FM kappingin plagar at vera á norðoyastevnu í Klaksvík.

 

Soleiðis er tað ikki í ár. Norðoyastevnan varð avlýst, og FM kappróðurin í Klaksvík varð útsettur.

 

FM kappróðurin í Klaksvík verður um eina viku.

 

Í dag var fimta FM kappingin í ár. Hon var á Miðvági, og tá ið 10-mannaførini kappaðust gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt fýra tær undanfarnu ferðirnar.

 

Klaksvíkingur legði seg beinanvegin framum Ormin Langa, munurin millum tveir teir fremstu øktist til at vera ein stór bátslongd, og fyri fimtu ferð í ár fór Klaksvíkingur fyrstur um málið.

 

Ormurin Langi var klárt nummar tvey, og Havnarbáturin var klárt nummar trý.

 

Útsetti FM róðurin á norðoyastevnu verður leygardagin 24. juli – leygardagin um eina viku – á vánni í Klaksvík, og tá fer Klaksvíkingur formliga at tryggja sær FM heitið, um hann kemur á mál.

 

Klaksvíkingur hevur fulla úrtøku – 35 stig – Ormurin Langi hevur 30 stig, og Havnarbáturin hevur 25 stig.

 

 

 

1Klaksvíkingur04:21.32700
2Ormurin Langi – RK04:24.28600
3Havnarbáturin04:37.15500