Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál, har bilaeigari fekk rokning fyri oljuskift, hóast brúkarin metti seg hava keypt sonevnda gullpakkan hjá Auto Service. Í lýsingum hevur Auto Service lýst við, at Gullpakkin ber við sær, at tú ikki hevur útreiðslur til bremsur, perur og oljuskift í 3 ár.
Auto Service hevur víst á, at gullpakkin bert er galdandi fyri privatbilar, og altso ikki fyri bilar, ið verða nýttir til vinnuligt endamál, og at hetta var galdandi fyri kæraran. Bilasølan viðgongur, at hetta ikki framgongur av lýsingunum, sum hava verið um Gullpakkan, men vísti tó á, at allir vinnukundar hava fingið hetta at vita, tá bilur er keyptur. Eisini varð víst á, at felagið ikki hevur fingið aðrar líknandi kærur.
Auto Service hevur tikið lýsingina aftur og fyri at eingin misskiljing skal vera, verður hon broytt, um so er, at hon verður endurtikin.
Tá lýsingin er steðgað og verður broytt um so er, at hon verður endurtikin, ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið, skrivar Brúkaraumboðið í tiðindabrævi.