Gulllaksur fyri 65 miljónir krónur í veiðivirði

Virðið í gulllaksinum er ivaleyst nógv størri, enn mangur ímyndar sær. Umframt tær umleið 65 miljónir krónurnar, sum gulllaksurin hevur givið í veiðivirði, hevur Tavan goldið einar 9 miljónir krónur í lønum í vertíðini

Gulllaksur

 

Tavan hevur, sum nevnt í hinari greinini á hesi opnu, keypt og virkað meira enn 10.000 tons av gulllaksi í vertíðini í ár.

Hetta er í fyrsta lagi veiðan frá trimum av seks skipum, sum hava fiskað gulllaks í ár.

Virkið í Leirvík hevur goldið skipum og manningum 3,25 krónur fyri kilo, og siga vit, at samlaða gulllaksaveiðan í ár – hjá øllum seks skipunum tilsamans – liggur um eini 20.000 tons, er talan um eitt samlað veiðivirði upp á einar 65 miljónir krónur.

Hetta er so fyrstahondsvirði av veiðini.

 

9 mió í lønum

Tavan í Leirvík, sum er virkið, ið virkar gulllaks til fars, hevur í vertíðini goldið einar 9 miljónir krónum í lønum.

Aftrat hesum kemur, at Atlantis í Vestmanna, sum eisini hevur keypt og fryst gullaks í summar, eisini hevur goldið nakað av peningi í lønum.

Skipini í Vestmanna, Vestmenningur og Fram, hava annars landað fleiri lastir uttanlands, og í seinastuni hava tey landað veiðina umborð á ein stóran trolara, sum hevur ligið á Vestmanna.

 

Nógv landing

Umframt fyrstahondsvirði, sum sjálvt veiðivirðið er, hevur gulllaksurin eisini havt nógva landing við sær.

Tað er serliga Landingarmiðstøðin í Saltangará, sum hevur tikið sær av at fáa fiskin upp úr skipunum, og fyri hetta arbeiði hevur felagið, sum stendur aftanfyri miðstøðina, goldið lønir.

Eyðvitað er, at gulllaksurin, sum hesi seks skipini hava veitt í summar, soleiðis hevur skapt nógvar og góðar inntøkur, bæði hjá reiðaríum, manningum, landarum, arbeiðsfólki – og í útflutningsvirði.