Meistararnir siga seg fara til Klaksvíkar fyri at vinna øll stigini. Motivatiónin kann eitt nú vera, at tað ikki hilnaðist nakað serligt, tá ið NSÍ í fjórða umfari tann 15. apríl vitjaði í Klaksvík og lá undir ? bæði í spæli og úrsliti.
-Sjálvandi vilja vit fegnir vinna. Tað ræður um at hava fokus á tí, sum gongur fyri seg inni á vøllinum, hóast mongu trúføstu stuðlarnir ivaleyst undir dystinum fara at fegnast yvir, at vit longu hava vunnið FM heitið, verður sagt í NSÍ.
Síðst hesi bæði feløgini spældu týdningarmikla uppgerð í síðsta umfari í landskappingini var í 2002, tá ið silvurmerkini stóðu upp á spæl. Ta ferðina vann NSÍ 3-2 í Klaksvík.
Millum NSÍ viðhaldsfólkini, sum í morgin fara til Klaksvíkar, vera fleiri, sum vóru við í Klaksvík í 1976, tá ið NSÍ fyrstu ferð spældi landskappingardyst har norðuri. NSÍ legði seg á odda, men KÍ vann 10-1! Seinastu 31 árini er nógv vatn runnið, og nú er tað NSÍ, sum er omaná, og KÍ er undir.