Gundur heldur fram í ÍF

Ein av ungu og evnaríku lokalu spælarunum í ÍF, Gundur Ellingsgaard Petersen, hevur gjørt nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, sum skal spæla í 1. deild komandi kappingarár

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Gundur E. Petersen

Ein av ungu og evnaríku lokalu spælarunum í ÍF, Gundur Ellingsgaard Petersen, hevur gjørt nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, sum skal spæla í 1. deild komandi kappingarár.

 

Tað hevur tikið eitt sindur av tíð, at fáa sáttmálan upp á pláss. Sum skilst, so hevur áhugi verið fyri honum í øðrum feløgum. Millum annað sum vinstri bakkur.

 

ÍF flutti í fjør niður í næstbestu deildina og fleiri spælarar eru farnir í onnur feløg, sum spæla í bestu deildini. Millum annað eru Bogi Reinert Petersen og Ólavur Niclassen farnir til EB/Streym, meðan Jákup N. Olsen, Ari Ó. Ellingagaard, Steinbjørn Olsen og Emil W. Joensen.

 

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Gundur E. Petersen