Gunnar á beinkinum allan dystin

Stuart Taylor var í málinum hjá Manchester City allan dystin, meðan Gunnar Nielsen sat á beinkinum.

City legði seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men báður ferðirnar svaraði Scunthorpe tó aftur.

Men tað vórðu tó millióningarnir, ið drógu longra stráðið, tá Sylvinho og innskifti Robinho skutu tey bæði seinastu málini í dystinum. Hini bæði málini hjá City skutu Martin Petrov og Nedum Onuoha.