Tað er nú greitt, at tað verður stríðsval um, hvør skal verða formaður í Starvsmannafelagnum hesi næstu fýra árini.
Aðalfundurin verður 7. mars og tá ið freistin at stilla upp til formansvalið var úti á midnátt´ í gjárkvøldið, varð greitt, at tað vera tvey valevni til formanssessin.
Verandi formaður, Súni Selfoss, stillar upp aftur, men hesa ferð fær hann kapping frá Gunnari Hjelm, sum eisini stillar upp, og sum sostatt bjóðar honum av.
Gunnar Hjelm er varaleiðari á ambulansutænastuni. Hann er 55 ára gamal, hann er úr Vági, men hevur nú búð í Havn í fleiri ár. Hann hevur fyrr verið álitismaður og felags álitismaður í Danmark.
Súni Selfoss er eisini 55 ára ára gamal og býr í Sørvági. Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000 og tey seinastu fýra árini hevur hann verið formaður í felagnum. Súni Selfoss hevur verið útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya.
Tað skulu eisini veljast tveir nevndarlimir á aðalfundinum 7. mars. Freistin at stilla upp til nevndarvalið er 1. februar.