Gunnar Dahl Olsen var sigursharri

Gunnar Dahl Olsen vann ta fyrstu triathlon-kappingina, sum var sunnudagin. Hann vann við einum hálvum minutti frammanfyri Boga Lenvig, og Eli Christansen var á triðja plássi

Sunnudagin kappaðust triathloníðkararnir fyri fyrstu ferð í ár, hesaferð á 1/8 triathlon, ið er 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.
Saman við duathlonkappingunum, var hetta triðja Grand Prix kappingin hjá Føroya Triathlon Felag í ár.
Nýggju íðkarar møttu, men hóast hesa undirtøku var liðið eitt sindur skert, tí nakrir íðkarar rógva eisini, og teir vóru á stevnu á Skála.
Roknað var við, at Bogi Lenvig fór at vera fyrstur upp úr hylinum og so var. Í hølunum á honum komu Eli Christian og Katrin Sørensen, meðan Gunnar Dahl-Olsen lá 2 minuttir aftanfyri Boga. Bogi og Eli vóru fyrstir út á súkklurutuna, men sum nakað nýtt, so skifti Gunnar eisini skjótt og var ikki langt aftanfyri. Gunnar og Eli komu fram um Boga í súkklingini, men heldur ikki her var munurin stórur. Í renningini var Bogi aftur stívastur, og fekk hann Eli aftur, men Gunnar rann so mikið væl, at hann kom fyrstur um málstrikuna.
Hjá hinum gekst tað soleiðis, at Evald og Beinir komu mestsum í senn upp úr hylinum og vóru skjótir út á súkkluna. Nevnast kann, at Evald brúkti 1 min 19 sek um at koma upp úr hylinum, lata seg í og renna til súkkluna. Men hann megnaði bara at súkkla 3 km, so yvirhálaði Beinir hann. Beinir skifti og súkklaði upp á bestu við tíðini, sum var 32 min 07 sek.
Tveir minuttir aftanfyri teir kom Kári Simonsen upp úr hylinum, og hálaði hann nógv inn á Evald í súkklingini, og hevði Kári runnið sum hann rann flaggdagin, so hevði hann sloppið framum. Eyðtór og Robert vóru við fyri fyrstu ferð í ár. Báðir hava teir drigist við ilsku í vetur, Eyðtór í rygginum og Robert við áhaldandi krími. Teir hava ikki vant svimjing í vetur, og kom hetta teimum aftur um brekku, men tá komið var út á súkklu- og rennirutuna gekst betri. Eyðtór hevur vant súkkling síðstu tíðina, og átti hann tí munin, tá teir báðir komu á mál.
Katrin, sum var einasta kvinnan hendan dagin, vísti at hon stendur seg væl, sjálvt um hon ikki hevur servant súkkling og renning, men hetta sær út til at liggja væl fyri hóast alt. Hon stóð seg so mikið væl, at tíðin hjá henni er besta tíð hjá kvinnum á 1/8 teininum.
Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðkararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítóttagreinina. Hetta skiftið verður ofta rópt ?gloymda ítróttagreinin?, tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin fleiri minuttir.
Hesi skift síggjast ikki í talvuni niðanfyri, tí ikki var nóg nógv av hjálparfólki, og er klædnaskiftið tí roknað upp í súkklingina og renningina.
Ein av íðkarunum tók millumtíðirnar sjálvur, og hjá honum sá soleiðis út:

NavnSvimjingSkift 1SúkklingSkift 2RenningSamlað
12:141:1935:400:2932:031:13:15

Úrslitið hjá monnunum :

Navn
              Svimjing Súkkling Renning Samlað
Gunnar D Olsen 11:24    32:4820:07     1:03:19
Bogi Lenvig       09:34   36:29 17:451:03:48
Eli Christiansen  10:42   35:37 20:581:06:17
Beinir Rasmussen   12:26   32:07 22:42 1:09:15
Evald Rasmussen   12:14   36:59 23:32 1:13:15
Kári Simonsen   14:19   37:12 23:33 1:15:04
Eyðtór Joensen  17:45   41:38 24:14 1:23:54
Robert Vilhelmsen  18:54   43:51 24:181:27:03

Úrslitið hjá kvinnuni:
Katrin Sørensen10:5141:5724:251:17:13

Samlaða støðan aftan á 3 umfør:

Menn
               Stig
  1. Eli Christiansen     94
  2. Gunnar Dahl-Olsen   93
  3. Hallur Stakksund  74
  4. Bogi Lenvig      74
  5. Evald Rasmussen  43
  6. Kári Simonsen  38
  7. Dia Jacobsen    30
  8. Beinir Rasmussen  26
  9. Eyðtór Joensen 18
10. Robert Vilhelmsen 16

Kvinnur           Stig
1. Katrin Sørensen 80
2. Rannvá Jacobsen   74
3. Annika Jacobsen    30
4. Brynhild Klein    26