Gunnar fingið uppihaldsloyvi

Gunnar G. Nielsen hevði annars søkt um at fáa varandi uppihaldsloyvi í Danmark, men síðst í februar fekk hann noktandi svar. Í sama brævi fekk Gunnar G. Nielsen eisini at vita, at hann hevði 30 dagar til at sleppa sær úr Danmark.

Henda freist varð seinni longd og síðani hevur Gunnar G. Nielsen stríðst saman við Morten Bruun, fyrrverandi danska landsliðsleikaranum, um at fáa longt uppihaldsloyvi. Tað er nú eydnast honum.

? Hetta kennist sera gott og endiliga eri eg ein glaður maður aftur, sigur Gunnar Guillermo Nielsen.

Hann fegnast um hjálpina, hann hevur fingið frá Morten Bruun, umframt allan tann stuðul hann annars hevur fingið. Millum annað hevði hann ein stuðulsbólk á Facebook, sum hevði fleiri enn 2000 limir.

Gunnar Guillermo Nielsen, sum er ættaður í Argentina, hevur danskan abba, og hevur búð í Danmark, síðani hann flutti úr Føroyum í fjør. Gunnar Nielsen spældi í fýra ár fótbólt fyri ÍF, GÍ og KÍ. Bæði áðrenn og eftir tað hevur hann búð í Danmark.