Gunnar Justinussen keypt í Íslandi

Gunnar Justinussen, sum rekur fyritøkuna Pitstop í Íslandi, hevur keypt fyritøkuna Sólning Kópavogi ehf. frá einum dótturfelag hjá Landsbankanum. Sólning Kópavogi ehf. hevur fýra dekkverkstað í Kópavogi, Njarðvík, á Selfossi og í Reykjavík. Goymslan er í Kópavogi, har felagið eisini rekur heilsøluvirksemi.

Morgunblaðið skrivar, at Sólning Kópavogi ehf. varð boðið út til sølu millum útvaldar íleggjarar. 21 boð komu inn, og Gunnar Justinussen átti tað besta boðið. Sambært Morgunblaðnum var søluvirðið 440 milliónir íslendskar krónur. Handilin skal nú góðkennast av kappingarmyndugleikunum.

Grannskoðarafyritøkan Deloitte var ráðgevi hjá keyparanum.