Gunnar Nielsen bjargaði brotssparki

FH reyk út úr Champions League undankappingini uppá mál skoraði á útivølli

Føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH upplivdu eina líknandi lagnu, sum B36, tá samanum kom reyk FH út úr Champions League undankappingini uppá mál skotin á útivølli. Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, meðan Sonni Ragnar Nattestad sat á beinkinum allan dystin. 

Írska meistaraliðið, FC Dundalk megnaði javnleik 2-2 á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í kvøld, sum var akkurát nóg mikið til at koma víðari, tí fyrri dysturin í Írlandi endaði við javnleiki 1-1.

Tað sá annars gott út í fyrra hálvleiki. Sam Hewson legði FH á odda longu tá 19 minuttir vóru farnir, men fyrsta korterið av seinna hálvleiki vendi FC Dundalk dystinum og fyrimuninum. Gunnar Nielsen gjørdi tó sítt. Tá 50 minuttir vóru farnir fekk FC Dundalk brotsspark, men Gunnar Nielsen bjargaði hegnisliga, tá hann fór til røttu síðuna, tá Ronan Finn royndi at javna fyri FC Dundalk. Men innan 10 minuttir hevði David McMillan vent dystinum fyri FC Dundalk. Í 52. og í 62. minutti var David McMillan á røttum staði, og beindi bóltin í málið hjá FH. Frásøgumaðurin hjá Morgunblaðnum helt, at Gunnar Nielsen ikki sá gott við fyrra málið hjá David McMillan, sum við einum bleytum skoti rakti stongina, og bólturin smeyg sær inn. 

FH menti seg aftur ímóti dystarenda, og í 77. minutti javnaði Kristján Flóki Finnbogason fyri FH. FH royndi at søkja at seinastu løtuna, men tað eydnaðist ikki at fáa triðja málið, sum hevði givið FH víðari luttøku í kappingini. 

Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen eina rimmar bjarging, tá 24 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Føroyski landsliðsmálverjin og liðfelagarnir kunnu nú fokuserað uppá at endurvinna íslendska meistaraheitið.