Gunnar Nolsøe kann ikki fordraga Twisted Sister

Men hann elskaði eina ta mest útskeldaðu konsertina í søguni hjá Summarfestivalinum.

Gunnar Nolsøe hevur síðstu árini gjørt seg kendan sum verturin í væl dámdu spurnakappingini  í Útvarpinum, sum altíð gjørdist so sera, sera spennandi, tí ikki allar súður vóru syftar fyrr enn síðsta spurning.

 

Hann er eisini klaksvíkingur og hevur havt áhuga í tónleiki frá barnsbeini av. Tí er Summarfestivalurin eitt tiltak, sum hann vitjar á hvørjum ári.

 

- Mær dámar ótrúliga væl at vera á Summarfestivali, og eg fari hvørt ár. Konceptið handan festivalin dámar mær eisini væl, og tað hevur eisini víst seg at fungerað væl, sigur Gunnar og sipar til, at tað hevur eydnast Summarfestivalinum at fevnt breitt og á tann hátt savnað so nógv fólk.

 

Nógvar konsertir og upplivilsi hava verið á Summarfestivalinum síðstu 10 árini, men nøkur standa sterkari eftir í minninum hjá Gunnari enn onnur.

 

- Eg noyðist at draga fyrsta festivalin í 2004 fram sum nakað heilt serligt. Veðrið var so framúr, og tann leygardagurin byrjaði við hugnaligum morgunmati, og dagurin var bara heilt serstakur í allar mátar.

 

- Árið eftir í 2005 var eisini serstakt, tí skráin var so ótrúliga forkunnug við nógvum spennandi útlendskum nøvnum. Her hugsi eg sjálvsagt um Brian McFadden, Ana Johnsson, Shakin’ Stevens og Anne Linnet.

 

Gunnar hevur eisini tvær konsertir, sum vóru heilt serligar. Onnur teirra er ein tann mest útskeldaða konsertin á Summarfestivalinum nakrantíð.

 

- Konsertina við Robin Gibb í 2009 helt eg vera heilt serstaka. Robin hevur ongantíð verið hann, sum skuldi syngja høgu tónarnar, og tað visti man frammanundan. Aftaná konsertina gjørdi eg eina samrøðu við hann, og hann vísti seg at vera ein sera dámligur og áhugaverdur persónur, sigur Gunnar, ið hevur starvast í Kringvarpinum í mong ár, har hann hevur gjørt manga tónleikasendingina.

 

- Hin konsertin var Roger Hodgson í 2006. Hon var so nógv útsett, og hann spældi ikki fyrr enn klokkan 6 um morgunin í allarbesta morgunveðri á Vágsbøi. Øvugt Shubidua sum valdu ikki at koma, kom henda amerikanska superstjørnan og leveraði eitt brak av eini konsert hóast alla seinkingina.

 

Í ár hava útlendsku nøvnini ikki tiltalað Gunnar í stórvegis mát.

 

- Eg havi ongantíð kunnað fordragað Twisted Sister. Hinvegin gleddi eg meg nógv til Eivør og Lenu, sum báðar góvu tvær super konsertir, sigur Gunnar Nolsøe at enda.