Gunnar og FH eru sjey stig frá oddinum

Íslandsmeistararnir av Hafnarfjørðinum fingu javnleik 2-2 ímóti KR í kvøld

Gunnar Nielsen vardi málið hjá íslendska meistaraliðnum, FH tá teir vitjaðu KR á útivølli í kvøld í dysti í íslendsku pepsideildini. Dysturin endaði við javnleiki 2-2.

 

Tvær ferðir var FH á odda. Fyrru ferð beint áðrenn stegðin, tá Kristján Flóki Finnbogason legði gestirnar á odda. Bert tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki tá Óskar Ørn Hauksson meddaði bóltin í netmaskarnar hjá Gunnari Nielsen. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Atli Guðnason FH á sigurskós aftur, men tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Arnór Aðalsteinsson fyri KR. 


Dystarfrásøgnin hjá Morgunblaðnum staðfestir, at Gunnar Nielsen hevði fleiri góðar bjargingar, og gjørdi sostatt sítt til, at FH skuldi fáa eitt gott úrslit.

 

Íslendsku meistararnir hava bert fingið seks stig í fimm teimum fyrst dystunum, og sjey stig eru upp til oddasessin. Stjarnan førir pepsideildina við 13 stigum.

 

Komandi sunnudag fáa Gunnar Nielsen og liðfelagarnir tó møguleikan at minka um frástøðuna, tí tá vitjar oddaliðið, Stjarnan á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Vinnur FH tann dystin er munurin minkaður niður í fýra stig. 

 

Støðan í pepsideildini:

 

1Stjarnan5410   15:513
2Valur53119:510
3Grindavík5   3119:810
4KA522110:78
5KR52128:87
6Fjölnir52124:67
7ÍBV52125:97
8FH513110:96
9Breiðablik52037:106
10Víkingur Reykjavík51137:94
11ÍA510411:143
12Víkingur Ólafsvík51045:103