Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, tá íslendsku meistararnir á útivølli ímóti Vali spældu javnleik 1-1. Sambært Morgunblaðnum vardi Gunnar Nielsen væl í støðum har Valsmenn høvdu royndir ímóti málinum hjá FH.
Valur var væl betur í fyrra hálvleiki, har teir sambært Morgunblaðnum uppiborið vóru á odda 1-0. Sigurður Egill Lárusson legði Val á odda uppá brotsspark tá 33 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Gunnar fór rættan veg, og lítið restaði í, at hann bjargaði brotssparkinum.
FH kom betur við í seinna hálvleiki, og tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði skotin, Steven Lennon til 1-1, so FH fekk eitt stig við sær til Hafnafjørðin.
Komandi mánakvøld spælir FH ímóti Fjølnir á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.
Støðan:
1 | Stjarnan | 3 | 2 | 1 | 0 | 10:3 | 7 |
2 | KA | 3 | 2 | 1 | 0 | 7:3 | 7 |
3 | Valur | 3 | 2 | 1 | 0 | 7:3 | 7 |
4 | KR | 3 | 2 | 0 | 1 | 5:4 | 6 |
5 | FH | 3 | 1 | 2 | 0 | 7:5 | 5 |
6 | Grindavík | 3 | 1 | 1 | 1 | 5:6 | 4 |
7 | Fjölnir | 3 | 1 | 1 | 1 | 1:2 | 4 |
8 | ÍBV | 3 | 1 | 1 | 1 | 1:5 | 4 |
9 | Víkingur Ólafsfjørður | 3 | 1 | 0 | 2 | 4:5 | 3 |
10 | Víkingur Reykjavík | 3 | 1 | 0 | 2 | 3:4 | 3 |
11 | ÍA | 3 | 0 | 0 | 3 | 5:10 | 0 |
12 | Breiðablik | 3 | 0 | 0 | 3 | 2:7 | 0 |