Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík ígjár vunnu 3-1 á Fram á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Hálvleiksstøðan var 3-1, og vóru øll málini skotin í fyrra hálvleiki. Víkingur skoraði trý mál upp á 13 minuttir.
Víkingur Reykjavík 3 - 1 Fram
1-0 Erlingur Agnarsson ('21)
2-0 Danijel Dejan Djuric ('28)
3-0 Birnir Snær Ingason ('34)
3-1 Fred Saraiva ('41, br.)
Víkingur er fremst í deildini við 31 stigum. Teir eru fimm stig frammanfyri Val, og sjey stig frammanfyri Breiðablik.
Gunnar er saman við Klæminti A. Olsen hjá Breiðablik komin heim til Føroya at fyrireika seg til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania á Tórsvølli, ið vera spældir leygarkvøldið og týskvøldið klokkan 19.45.