Søguliga er KR fremsta liðið í íslendskum fótbólti. Men seinnu árini hava onnur lið, sum Víkingur Reykjavík, Breiðablik, FH og Valur tikið yvir pallin.
Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá Víkingur Reykjavík á útivølli í dysti móti KR á KR-vøllinum í Reykjavík vann ein knúsandi 7-0 stórsigur á gamla stórliðnum. Longu í steðginum var støðan 4-0.
KR-Víkingur Reykjavík 0-7 (0-4)
0-1 Óskar Borgþórsson ('5)
0-2 Valdimar Þór Ingimundarson ('24)
0-3 Valdimar Þór Ingimundarson ('40)
0-4 Nikolaj Andreas Hansen ('45+3)
0-5 Daníel Hafsteinsson ('49)
0-6 Valdimar Þór Ingimundarson ('67)
0-7 Oliver Ekroth (´87´)
Víkingur Reykjavík er fremst í deildini við 42 stigum fyri 22 dystir. Teir eru tvey stig frammanfyri Val, ið tó hevur spælt ein dyst færri.
KA uttan Jóan Símun Edmundsson á liðnum vann fyrr í dag 4-1 (1-0) á steypavinnarunum, Vestri á Akureyrarvøllinum.
KA rakk akkurát ikki sætta plássinum, og harvið ikki ovara endaspælinum. Fram hevur á sætta plássinum, eins og KA 29 stig. Men Fram hevur betri málúrtøku.