Gunnar og Víkingur Reykjavík vunnu aftur

Patrik Johannesen mátti út við skaða í fyrra hálvleiki, og Klæmint A. Olsen fekk eitt korter á vøllinum í útisigri hjá Breiðablik

Tað gongur væl hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík í Bestudeildini í Íslandi.

 

Í kvøld vann Víkingur á Víkinga-vøllinum í Reykjavík stórsigur 4-1 á Keflavík. Gunnar spældi allan dystin.

 

Víkingur er fremst í deildini við 15 stigum av 15 møguligum. 

 

Víkingur Reykjavík 4 - 1 Keflavík

 

 1-0 Pablo Punyed ('25)

 

 2-0 Erlingur Agnarsson ('57)

 

 3-0 Sjálvmál (63.)

 

 3-1 Marley Blair ('65)

 

 4-1 Danijel Dejan Djuric ('71)

 

Patrik Johannesen byrjaði inni fyri Breiðablik í útidystinum móti Stjørnuni, men mátti út við skaða tá 38 minuttir vóru leiktir aftaná ein harðan nærdyst. 

 

Breiðablik vann dystin 2-0 við tveimum málum, ið komu fyrstu 10 minuttirnar av dystinum. 

 

Klæmint A. Olsen slapp á vøllin tá 75 minuttir vóru farnir, so hann hevur so fingið spælitíð tveir dystir á rað nú.

 

Breiðablik er nummar fýra í deildini við níggju stigum. 

 

Stjarnan 0 - 2 Breiðablik

 

 0-1 Gísli Eyjólfsson ('8)

 

 0-2 Stefán Ingi Sigurðarson ('10)

 

Komandi mánakvøld spælir Víkingur á útivølli móti ÍBV. Sama kvøld spælir Breiðablik móti Fylkir.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Víkingur Reykjavík550012:115
2Valur540114:712
3HK531111:910
4Breiðablik530213:109
5KA52218:48
6FH521210:107
7ÍBV52037:106
8Fram512211:125
9KR51133:84
10Keflavík51134:104
11Stjarnan51047:123
12Fylkir51046:133