Gunnar vann bronsu

Fimta árið á rað hava føroysku súkklararnir fingið heiðursmerki heim við. Hetta er veruleiki, eftir at Gunnar Dahl-Olsen vann bronsu á landavegnum

Guernsey: Føroysku súkklararnir hava støðugt blandað seg í heiðursmerkjatoppin á oyggjaleikunum. Tó at aðrir kanska eru styrkismettir hægri enn okkara, so hevur tað hvørja ferð síðani 1997 eydnast liðnum at fáa okkurt slag av metalli heimvið.

Spurtsigur
Mikudagin var tað so landavegskoyringin, sum var á skránni. Her varð roknað við, at sterkastu føroysku kortini vóru Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen, og teir báðir fóru eisini alt fyri eitt við í fremra bólkin, tá feltið so spakuliga fór sundur á fyrsta av teimum níggju rundkoyringunum, sum vóru á skránni.
Tó at dúgliga varð roynt at toga sundur, so eydnaðist føroysku súkklarunum alla tíðina at halda seg so nøkunlunda frammi í feltinum. Móti endanum eydnaðist tað tó tveimum av Man at toga seg heilt leysar, og so varð lagt upp til ein øgiligan spurt um bronsuna. Her var Gunnar Dahl-Olsen í bólki saman við trimum øðrum súkklarum, og tað skuldi vísa seg, at spurturin hjá Gunnari var nóg sterkur. Í samlaðum bólki komu teir fýra á málið, men Gunnar var tann, sum fyrst hevði framhjólið innan fyri málstrikuna, og fekk hann soleiðis bronsuna. Gunnar og hinir tríggir, sum komu á næstu plássunum, vóru allir 2 minuttir og 20 sekund aftan fyri vinnandi súkklaran av Man.

Býarkoyring eftir
Sum sagt, so hevur føroyska liðið við hesum longu tryggjað sær fasta heiðursmerkið, men tað var um reppið, at tað kundi verið fleiri enn hetta eina. Í liðkappinginin endaðu Føroyar nevnliga á fjórða plássinum, beint aftan fyri Saaremaa.
Bogi Kristiansen, sum altso sat frammi við stóran part av tíðini, gjørdist nummar 15. Sverri Mohr Edvinsson varð nummar 32, og Eli Christiansen kom á mál sum nummar 35.
Og fríggjadagin verður tað so, at súkklararnir skulu royna seg í býarkoyringini. Her hevur Bogi Kristiansen eitt bronsumerki av Man at verja, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at spæla av hesaferð.