Johan V. Gunnarsson og Jónas Tór Næs gjørdu um jólini avtalu við Køge, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Henrik Larsen, fyrrverandi føroyski landsliðsvenjari og núverandi venjari í Køge, fekk ongantíð møguleikan at nýta Gunnarsson. Vongverjin hevur verið illa darvaður av skaða, og hann varð ikki skrásettur fyri ein dyst hetta hálva árið.
Í gjár, tá B36 vitjaði á Skála, var Johan V. Gunnarsson millum teir fyrstu ellivu.
Dysturin endaði við málleysum javnleiki.