Gunnleivur fær kapping

Tað er nú greitt, at stríðsval verður um formanssessin í Starvsmannafelagnum

Formansval

 
Fyri fyrstu ferð í mong ár er tað nú greitt, at tað verður stríðsval um formanssessin í Starvsmannafelagnum.
Starvsmananfelagið hevur aðalfund 4. mars og freistin at stilla valevni upp til formansvalið var úti sunnudagin.
Og nú er greitt, at tað verða tvey valevni til formansvalið.
Gunnleivur Dalsgarð, sum er formaður, hevur bjóðað seg fram at taka eitt tørn afturat.
Men samstundis hevur Heini Joensen eisini stillað upp til formansvalið
Gunnleivur Dalsgarð hevur verið formaður í Starvsmannafelagnum síðani 1997, tá ið hann tók yvir eftir Jákup Danielsen, sum tók seg aftur.
Síðani hevur Gunnleivur verið afturvaldur og hetta verður fyrstu ferð, at hann fær mótvalevni.
Heini Joensen hevur arbeitt hjá Skógrøkt landsins, men tí starvinum fór hann úr 1. januar og fór ístaðin í tíðaravmarkað starv hjá Starvsmannafelagnum til 1. mars 2006.
Hann var annars næstformaður í Starvsmannafelagnum, men eftir lógum felagsins, kann starvsfólk hjá felagnum ikki samstundis verða nevndarlimur, og tí er hann nú farin frá sum næstformaður
ístaðin fyri hann kom eykalimurin, Niels Petersen  í nevndina. Samstundis tók Selma Ellingsgaard við sum næstformaður fram til aðalfundin.
Hini í nevndini í Starvsmannafelagnum eru John Kjær og Eimi Fossdalsá.