Føroyska Gunnvør Dalsgaard, sum býr í Danmark, hevur seinnu árini fleiri ferðir upplivað at verið í yvirskriftunum í donskum miðlum – serliga teimum, sum fylgja teimum kendu. Orsøkin er, at hon í nøkur ár helt saman við kenda modellinum Oliver Bjerrehuus, sum hon eigur tvey børn saman við. Teirra triðja barn er á veg, hóast tey ikki longur eru par.
Forholdið við Oliver Bjerrehuus hevur ikki bara verið lætt og beint fram, og á síðulinjuni hava miðlar staðið klárir at lofta søgum um tey og blást tær upp í dramatiskum yvirskriftum.
- Tað hevur verið rættiliga ódámligt og strævið. Eg havi sjálv verið rímiliga privat, men Oliver er glaður fyri miðlarnar, so eg havi verið í einari millumstøðu. Eg havi havt fleiri keðiligar upplivingar, tí miðlarnir hava yvirdrivið ella skrivað okkurt skeivt, men tað ber ikki til at fara út at dementera ella diskutera, hvørjaferð okkurt er galið, sigur Gunnvør Dalsgaard í samrøðu við Sosialin.
- Sumt mást tú bara lata fara og ugga teg við, at tey, sum kenna teg best, vita, hvussu alt hongur saman, sigur Gunnvør Dalsgaard.
Í hesum døgum er Gunnvør Dalsgaard ein av høvuðspersónunum í TV3-sjónvarpsrøðini Forsíðufrúur.