Vit vóru tíðliga í summar inni á gólvinum hjá tí 89 ára gamla Guttorm Sørensen , vanliga nevndur Gutti í Innistovu, í Hvannasundi. Hansara lív hevur sum hjá so nógvum øðrum bygdardreingjum ein stóran part verið á sjónum.
Gutti var sonur Gulak Andreas Sørensen f.1893, sum í 1917 giftist við Onnu Gudrun Olsen úr Depli.
Systkini hjá Gutta vóru Andreas (Dia) f.1917 Gunnhild f. 1919 og Anna Elisabeth Marie f. 1927.
Liviligt í Hvannasundi
Gutti greiddi frá, at tað var liviligt norðuri í Sundi. Gamalt er, at hann ið átti tráðu og pott, leið ikki hungur. Vit kastaðu ofta nót og fingu nógvan seið. Seiður er góður matur, og kann hagreiðast á ymiskan hátt. Neytini ótu eisini nógvan seið. Livurin varð avreidd í handlinum.
Útróðrarpláss var Hvannasund gott. Gamli Mortan í Hvannasundi búði eitt tíðarskeið í Innistovu. Pápi róði út saman við Mortani, tá ið hann bygdi í 1910. Útróðurin gav so nógv av sær, at hann dekkaði tímalønina fyri húsini.
Eg minnist væl Mortan. Kanska onkur vil vita, hvønn av synunum ella abbasynunum Mortan líktist. Besta svarið er Mortan hjá Andreasi. Báðir hava verið væl skornir fyri tungubandið!
Vit skóru torv í Viðvík. Tað var gott torv, men tað var langt at ganga, um 1½ tíma.
Torvið varð ført heim í báti. Hetta kundi vera vandamikið, men hjá okkum hendi so eingin álvarsom vanlukka. Tað hendi seg tó einaferð, at báturin sakk fullfermdur av torvi í Viðvík, men hetta spældi væl av.
Vit vóru so væl fyri, at pápi var bóndi. Tí vóru vit mest sum sjálvforsýnaði við nógvum.
Vit høvdu 2-3 kýr, og hetta gav nóg mikið av mjólk og eitt sindur afturat.
Hvannasund lá væl fyri í mun til útoyggjarnar annars.
Tað var ofta, at fiskimenn úr Fugloy og Svínoy lógu veðurfastir í Sundi á veg til hús. Teir búðu í bóndahúsum og gjørdu eisini nyttu fyri seg. Tað er ikki einki, sum liggur eftir teir av velting.
Teir plagdu eisini at karða og spinna og at vera við at kasta nót, meðan teir bíðaðu. Tískil kundu teir hava nógvan seið heim við sær, eisini til neytina, tá ið teir loksins sluppu til hús.
Máttu í skúla við báti
Skúlagongdin hjá børnum í Hvannasundi var øðrvísi enn hjá flestu øðrum. Vit máttu við báti í skúla. Múli, Depil, Norðtoftir, Norðdepil og Hvannasund var ein sókn. Viðareiði var við inntil 1950. Men bygdirnar liggja hvør sínu megin sundið, og skúlin hjá børnunum úr Hvannasundi var í Norðdepli.
Vit máttu tískil fara við báti í skúla. Hetta kundi taka sína tíð, tí tað var ikki nakar fastur fartur.
Vanliga gekk tað skjótt at koma yvir um sundið. Men tað kundi taka langa tíð at koma heim aftur. Tað var ofta, at maðurin, sum førdi okkum yvir um á morgni, fór til útróðrar. Tí mátti bíðast, til hann kom aftur av útróðri at sleppa til hús aftur. Tað kundi taka sína tíð.
Tað tók einar 3-4 minuttir at rógva um sundið. Men tað vóru ikki altíð góð líkindi. Tað hendi seg eisini, at ein mamma ikki vildi lova barninum at fara. Kortini hendi eingin vanlukka av hesi skúlaferðing.
Vit gingu bert í skúla annan hvønn dag. Tað var bert ein skúlastova, so fleiri klassar vóru saman.
Eisini vóru skiftandi skúlatíðir. Tær vóru antin frá kl. 10-12 ella kl. 12-14. Lærari var Anna Djurhuus, sum var gift við skaldinum Janus Djurhuus. Hon var ein megnarkvinna. Anna kundi læra børnini alt, sum tey yvirhøvur kundu taka ímóti.
Pedagogur man hon hava verið góður. Dia bróðir dugdi ikki so væl við tær donsku roknibøkurnar. Men so gjørdi Anna øll roknistykki um til seyð. Tá bar væl til. Hjá honum var og bleiv alt seyður.
Hvat mundi pápi hava droymt?
Eg fór til skips við skonnartini Karen í 1936. Vit róðu út við bátum í Grønlandi. Kaj Johannesen var skipari.
Eg fór aftur við Kaj við John Bull í 1937 og 1938. Eitt serligt minni havi eg frá hesi tíðini. Eg átti róðurtørn ein sunnudag seinnapart í 1937. Sum vit komu slóðandi, tók skipið botn, uttan at nakar stórvegis skaði hendi.
Tá ið vit komu heim aftur var tað á nátt. Beinanvegin fór pápi at fregnast, um vit høvdu borið við botn. Tað kundi eg bert játta.
“Stóð tú við róðrið?” spurdi pápi. Jú, tað gjørdi eg. So var ikki meira tosað um hetta.
Eg legði bert í hetta, at pápi mundi hava droymt okkurt. Men løgið var tað.
Við gamla Skálaberg og fekk tuberklar
Eg fór við fyrsta Skálaberg í 1939. Tá var ikki sama luksus við trolarum sum í dag. Vit vóru yvir 30 mans. Flestu menninir búðu í tí eina lugarinum. Har var sera trongligt, koyggjurnar vóru eisini í trimum hæddum.
Skálaberg var ikki stórur. Hann kundi taka 140 tons í saltfiski. Men væl lá fyri at fiska. Tað var altíð rokfiskarí.
Eg var við Skálaberg í Barentshavinum fyrst í september 1939, tá ið seinni heimsbardagi byrjaði. Tá vórðu vit heimkallaðir av reiðarínum.
Ì 1940 fekk eg ikki tuberklakort. Tað vísti seg, at eg hevði fingið tuberklar, og eg lá á sanatoriinum í eitt heilt ár.
Eg slapp heim, og mátti ansa væl eftir mær. Men eg hevði ikki áhuga fyri øðrum arbeiði, vildi bert sleppa aftur á sjógvin.
Millum teir seinastu “til lands”
Í 1941 bygdi eg mær eitt seksmannafar saman við Ova Olsen úr Norðdepli. Eg fór so at rógva út. Ove seldi mær sín part av bátinum eftir tveimum árum.
Í 1942 fór eg á skiparaskúla, forrestin saman við Martin Sivertsen, sum gjørdist ein kendur skipari. Men eftir bert 10 dagar mátti eg gevast vegna sjúku.
Í 1945 fór eg til Íslands at rógva út frá Seyðisfjørðinum. Saman við mær var Hans Edmund og Niels Sandir. Tískil var eg millum teir seinastu, sum vóru “til lands” í Íslandi.
Aftur við Kaj
Eg var í 1946 og 1947 við Kaj Johannesen við Dragaberg til ísfisk við Norðurnoreg. Tað var illveður alla tíðina. Men Kaj hevði eitt so sjáldsamt ánilsi fyri fiski og veðri. Vit kundu liggja undir land og kroka, tá hann fór út, meðan tað enn var illveður. Tá komið var at kasta, linkaði veðrið, og tað brast á aftur, tá ið trolið aftur var komið inn við nógvum fiski. Hinir trolararnir vóru so mikið seinir at fara avstað, tá ið tað blíðkaði, at tá ið teir komu á fiskileið, var illveður aftur.
Fekk konu av Kirkju
Í 1947 giftist eg við Ruth Simonsen av Kirkju. Hon kom til Hvannasund at vera arbeiðsgenta, og tað rann saman millum okkum.
Børnini hjá okkum vóru Tróndur Fríðrik f. 1948, Gullak Andreas f. 1951, Marius f. 1960 og Robert f. 1964. Robert doyði í 1988
Abbabørnini eru 13 í tali og langabbabørnini eru eisini 13.
Foreldrini hjá Ruth vóru Johanna Malena f. Lydersen úr Ovara Garði og Tróndur Simonsen av Kirkju.
Tey vóru tilsamans 10 systkin og Ruth f. 1926 var yngst.
Bjargaður av skerpikjøti
Í 1948 føldi eg meg ikki frískan av tuberklunum. Eg avgjørdi tískil at fara til Danmarkar fyri egnu rokning at fáa heilsubót. Eg fór 26. september 1948 niður at hitta Hjørdis Djurhuus, sum var lækni. Hon var dóttir Janus og Onnu, tí kendust vit væl. Eg varð innlagdur á ríkissjúkrahúsið. Har hevði eg tað gott, men eg dugdi ikki við tí danska matinum.
Á sjúkrahúsið plagdu at koma tvær systrar hjá Kjartan Mohr, Mimi og Bodil, sum búðu niðri. Teimum fortaldi eg hetta. Tað varð tá avrátt, at tær skuldu bakað føroyskt rugbreyð, og so skuldi eg skaffa viðskera úr Føroyum, sum skerpikjøt og líknandi.
Aftaná songartíð hjá hinum sjúklingunum, kundu vit rættuliga dusa okkum í hesum góða føroyska matinum. Eg merkti beinanvegin, hvussu eg byrjaði at koma fyri meg.
Eg var eitt heilt ár á ríkishospitalinum. Eg fekk ta viðgerð, sum tá kundu fáast, nevniliga tann sokallaða pustingin. Luft verður sprænd inn í tað sjúka lunga, so tað varð lagt stilt. Hetta merkti, at tað betri kundi lekjast. So hvørt sum lunga byrjaði aftur at arbeiða, mátti pustast aftur.
Eg kom aftur í august 1949, tá hoyggingin var liðug. Elsti sonurin, Tróndur, var ikki føddur, tá ið eg fór. Nú, eg sá hann fyrstu ferð, dugdi hann at ganga .
Eg mátti framvegis pustast tey næstu trý árini. Fyrst var tað aðru hvørja, síðan triðja hvørja og at enda fjórðu hvørja viku, til eg var sagdur at vera frískur.
Bert tað at fara til Havnar til pustingar var strævið. Tað slapst ikki til Havnar eftir einum degi tá í tíðini. Tað kostaði eisini fitt av peningi. Eg skuldi arbeiða sum minst, men dugdi kortini ikki at ganga fyri einki.
Í 1954 og 1955 róði eg út í Grønlandi. Eg var so óheppin at bróta beinið, og varð opereraður í Føroyingahavnini. Umstøðurnar vóru ikki so framkomnar. Fredag, ættaður úr Fuglafirði, og ein danskur portørur máttu halda beininum púra stilt undir operatiónini, sum vardi í fimm tímar. Fredag segði seinni, at hetta var tyngsta tak, hann hevði havt.
Nýggi Skálaberg – eitt annað far
Í 1956 kom tann nýggi Skálaberg, sum tá var eitt framúr skip. Kaj var fastur skipari. Jákup Oluf á Lækjuni var stýrimaður og skipari, tá ið hann avloysti Kaj.
Vit høvdu ein serliga minniligan túr í 1962, tá ið Jákup Oluf var skipari. Tá komu vit í eitt ógvusligt illveður á Kappanum, eitt tað ringasta veður, menn hava upplivað. Vit lógu bakk í fýra samdøgur. Ein partur av manningini búði har frammi, men tað var ikki hugsingur um at ganga ímillum, so allir máttu halda til har afturi.
Issa á Eiði vágaði sær í einum skáa fram í sítt kamar eftir brillunum. Men tá brast á aftur, og hann lá “veðurfastur” har frammi í tvey samdøgur. So ringt var veðrið.
Men sum frá leið batnaði veðrið, og vit komu heim í øllum góðum.
Í 1960-unum var eg við Sildrekanum. Hetta var eitt línuskip, sum Júst í Túni keypti úr DDR, og sum varð umbygt til veiðu við kraftblokki. Har var eg við í tvey ár.
Eg fór tá at arbeiða á nýggja flakavirkinum, sum Johan Christiansen, svágur, var stigtakari til.
Ruth var álitið
Í 1969 kom sjúkan aftur, og eg máttu leggjast inn aftur á bróstsjúkadeildina á landssjúkrahúsinum.
Tá misti eg aftur eitt ár. Eg kom tískil at vera darvaður av tuberklum í seks ár.
Eg fór tá á ALV skúlan við Áir, og so fekk eg mær kiosk og handil.
Tá í tíðini var ikki ein almannaskipan sum í dag. So Ruth gjørdist álitið, eisini hvat inntøku til húsið viðvíkti.
Hon fekk sær eina bindimaskinu og fór at binda fyri fólk. So har vóru ofta langir arbeiðsdagar.
Seinni arbeiddi hon eisini níggju ár á flakavirkinum.
Ætt í Noregi og
Bretlandi
Tað var ein norsk hvalastøð á Kópagørðum tætt norðanfyri Norðdepil. Hon varð bygd í 1898, og helt á fram til 1912 og eitt stutt skifti eftir fyrra heimsbardaga.
Hvalastøðin var góð fyri okkum her norðuri. Hon gav nógv arbeiði. Men umframt hetta fekk fólkið her frítt tvøst. Hetta merkti nógv fyri húsarhaldini.
Tað komu eisini bátar aðra staðni frá at fáa sær bíligan døgurðamat.
Men tað, sum tó kom at fáa størsta og mest varandi týdningin í okkara ætt var, at fastur mín Johanna Malena Julianna f.1887 giftist við einum norðmanni, sum arbeiddi á hvalastøðini. Svenning Solberg kom til Føroyar í 1908, og tey giftust í 1910. Johanna búsettist tískil í Noregi, har tey høvdu bakarí og mjólkaútsølu í Notodden.
Tað hevur verið nógv samband millum ættirnar alla hesa tíðina, sum er farin. Undir seinna heimsbardaga var sambandið kvett, men tað varð tikið upp aftur, so skjótt bardagin var av, og sambandið er enn.
Johanna passaði sína seingjaliggjandi vermóður í 12 ár. Hon ætlaði at koma eina ferð heim aftur, men kríggið kom, og hon doyði í 1942.
Ættirnar hava ferðast nógv aftur og fram og vitja hvørja aðra.
Ein onnur fastur mín, Helena, giftist við Christian Johannes Isaksen f. 1879. Hann var beiggi Jákup Hendrik og Jens Klæmint Isaksen. Tey fluttu til Bretlands og fingu 5 børn. Teirra søga hevur fyrr verið umrødd í Sosialinum. Ein sonur teirra Napoleon, kallaður Napp, gjørdist ein kendur trolaraskipari í Grimsby.
Í 1947 kom eg fyrstu ferð til Bretlands við skipi aftaná kríggið. Tá kom Hansemann, beiggi Napp, umborð og bjóðaði mær heim at heilsa uppá mammuna.
Hetta var í Hull. Tá var nógv at spyrja um, hvussu tey høvdu havt tað undir krígnum. Tað var kent, at Hull var nógv bumbaður av týskarum. Tey høvdu sum so havt tað gott, men upplivdu kortini, at grannahúsið varð bumbað.
Helena var einaferð í bumbuskýli, men tað vildi hon ikki fara aftur, hvat ið enn hendi. Har var slík neyð, at Helena vildi heldur doyggja í sínum egna húsi enn at uppliva hetta aftur.
Tað var gott, at vit fingu søguna hjá Gutta, beint áðrenn tað gjørdist ov seint. Hann var ein dámligur maður, tolin og ja-ligur. Tað var sagt, at hann var góður við teir ungu, hann var saman við. Hetta er eisini sera góður eginleiki.
Tað var eisini ein stór fjøld sum fylgdi honum seinasta fríggjadag.
Í komandi Miðviku fara vit at taka í frásagnir hjá tí gamla bátasmiðinum á Eiði Símun Johan Wolles, sum andaðist í morgun