Guttormur er ein maður, sum hevur roynt mangt og hvat. Hann er ein álitismaður og ein sannur undangongumaður á so nógvum økjum. Hann var t.d. ein av stovnarunum av alibrúkinum P/F Salmo, sum var eitt tað fyrsta aftaná Júst í Túni á Toftum, sum hevði tað fyrsta alibrúkið í Føroyum.
Hann hevur eisini havt nógvar ymisikar uppgávur og álitisstørv. Hann hevur ofta verið eggleiðari fyri Landsstýrið, tá japansk skip hava fiskað tunfisk við Føroyar. Eisini hevur hann havt ymsar uppgávur fyri Danida, sum er almenna danska hjálpin til menningarlond, undir uttanríkisráðnum. Guttormur var í nógv ár formaður í Ídnaðargrunninum.
Hesi seinastu árini hevur Guttormur arbeitt á kanningarstovuni Biofar í Kaldbak.
Guttormur vaks upp í Kunoy, har hann búði, til hann sum 12 ár gamal flutti til Klaksvíkar saman við foreldrunum: Hildu, f. Eysturoy, úr Havn, og Ditlev Djurhuus, sum var ættaður av Tvøroyri.
Guttormur er næstelstur av 5 systkjum, sum eru: Ásla, sum býr á Sandi, Hilmar, sum býr í Keypmannahavn, Anfinnur, sum eisini býr á Sandi. Yngsta systirin Siri, doyði sum hálvtannað ára gomul í 1951.
Eftir at hava tikið realprógv í Klaksvík, fór Guttormur til Havnar at ganga í preliminerskúla. Síðan fór hann til Danmarkar at ganga í studentaskúla í Høng, men hann gavst tá pápin doyði í 1953. Hann búði tó í nøkur ár í Danmark eftir tað.
Seinni fór hann at lesa til kemiverkfrøðing og tók prógv í Svøríki, har hann búði í nøkur ár. Hann fekk sær svenska konu, Inga-Mai, og tey fingu børnini Anna og Dan-Johan, sum bæði búgva í Svøríki.
Guttormur var m.a. við til at stovna fyritøkuna Kemilux í 1965, saman við mammubeiggjunum Absalon og Schønning Eysturoy, og systkinabarninum Henning Eysturoy.
Síðst í 60-unum flutti Guttormur heim aftur til Føroya at búgva. Hann kom úr Svøríki einsamallur við einum seglbáti. Hann var tá eisini útbúgvin stýrimaður, so tað var eingin trupulleiki við at navigera.
Í 1971 fór hann undir eina framleiðslu, sum hann bleiv kendur fyri, nevniliga Kaldbaksbátarnar, sum vóru gjørdir úr glasfibri á Marine Plast í Kaldbak. Byrjað var við framleiðslu av fýramannaførum, síðan komu aðrar bátastøddir eisini við, heilt upp til 10-mannafør. Tann størsti var "Naviga 33", ið var ein 33-fót útróðrarbátur.
Bátarnir hjá Marnie Plast vórðu væl móttiknir og royndust sera væl, bæði í Føroyum og í øðrum londum. Guttormur fór eisini til India við Kaldbaksbátunum, og setti eina framleiðslu í gongd har.
Tá virksemið hjá Marine Plast helt uppat síðst í 80- unum vóru framleiddir umleið 1000 bátar tilsamans. Virkið gjørdi eisini tangar í ymiskum støddur og kør, serliga til alingina, umframt aðrar seruppgávur.
Guttormur var eisini giftur Oddvør, f. Joensen, ættað av Syðradali á Kallsoynni. Tey eiga dóttrina Aud, sum í løtuni býr í Portugal. Guttormur eigur 4 abbabørn.
Føðingardagin er Guttormur saman við familjuni í Ørebro í Svøríki.
red.