- Ógvuliga óheppið

Nýggi formaðurin í einum tí størsta fakfelagnum í landinum, Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, metir tað verða sera óheppið, at Jana H. Dalsgaard breyt avtaluna, sum tey 25 fakfeløgini høvdu gjørt í sambandi við fráboðaða arbeiðssteðgin um eina viku.

Eisini Føroya Lærarafelag fer at viðgerða støðu felagsins til fráboðaða arbeiðssteðgin komandi fríggjadagin, eftir at Jana Dalsgaard, forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki helt seg til avtaluna, sum tey 25 fakfeløgini høvdu gjørt, tá ið hon í útvarpinum mikudagin blandaði ta ítøkiligu ósemjuna á Føðideildina upp í trætuna um, at fútarætturin verður brúktur í arbeiðsmarknaðartrætum.

Fyribils sama støða
Formaðurin í Lærarafelagnum, Magnus Tausen, sigur, at fyribils hevur felagið ikki broytt støðu í málinum, men nevndin í Føroya Lærarafelag kemur saman í dag, har hon fer at viðgerða málið av nýggjum.
- Tað er ógvulga óheppið, at forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar breyt avtaluna í fimmaranum, tí hetta broytir støðuna. Vit høvdu eina heilt greiða avtalu um, at ítøkiliga ósemjan á føðideildini ikki skuldi blandast upp í málið um fútarættin, sigur Magnus Tausen.
Nevndarfundurin í lærarafelagnum verður í morgun, og hóast Magnus Tausen ikki vil koma við nakrari útmelding um, hvørja støðu felagið fer at hava eftir fundin, so skilst á øllum brøgdum, at hann er ógvuliga misnøgdur við forkvinnuna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.