Ógvuliga óheppin støða

Tað er ein ógvuliga óheppin støða, at heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy nú hava sett bilarnar. Tað kann føra við sær, at fleiri fólk mugu leggjast inn á sjúkrahús, sigur leiðarin á Serstovnadeildini

 

Heimarøktin

 

 

 

Tað kom rættiliga óvart á á Serstovnadeildina, at heimarøktirnar í Suðuroy nú hava sett bilarnar. Sí eisini grein aðrastaðni í blaðnum.

 

Jákup Foldbo, leiðari á Serstovnadeildini, sigur, at hann hevði annars fingið at vita, at arbeiðið fór at halda fram sum vanligt, eftir at Almanna- og heilsumálastýrið hevði gjørt av at søkja um eykajáttan til sjey bilar.

 

Samstundis skulu samráðingar verða um endurgjaldið, tær skulu fáa fyri at brúka egnar bilar.

 

Hann hevur heldur ikki hoyrt um, at heimasjúkrasystrar aðrastaðni, enn í Suðuroy, hava sett bilarnar.

 

Men hann viðgongur, at tað er ikki nógv, Serstovnadeildin kann gera við málið.

 

? Tær hava boðað frá, at tær hava ongar bilar longur og vit kunnu ikki áleggja teimum at brúka teirra egnu bilar, sigur Jákup Foldbo.

 

Hann heldur, at støðan, sum hevur tikið seg upp, er ógvuliga óheppin.

 

Hann sigur, at tað er greitt, at við ongum bili, fáa heimasjúkrasystrarnar ikki røkt arbeiðið líka væl, sum tær fingu við bili.

 

?Nú er so stutt fráliðið enn, so enn ber ikki heilt til at meta um avleiðingarnar. Men tað er greitt. at við ongum bili, ber ikki til at gera líka nógv, sum tá ið tær høvdu bil.

 

Jákup Foldbo sigur, at nú mugu tey skipa arbeiðið sum frægast, men at tað ikki slepst undan, at raðfesta uppgávurnar, so at tann røktin, sum hevur størstan týdning, verður gjørd fyrst.

 

? Og har, tær ikki fáa veitt tað neyðugu røktina, mugu vit finna aðrar loysnir. Eitt nú kann tað gerast neyðugt at leggja fólk inn, sum annars hava fingið røkt heima, sigur Jákup Foldbo.

 

Hann leggur eisini afturat, at hóast umsóknin um eykajáttan verður samtykt, verður tað neyðugt, at heimasjúkrasystrarnar í ein ávísan mun eisini rúka sínar egnu bilar.