Ógvuliga kærkomið í Kollafirði

Eftir at hava bíðað í næstan 30 ár, kunnu kollfirðingar nú keypa grundstykki aftur

Nú verður farið undir arbeiðið at gera eina hampiliga stóra útstykking í Kollafirði.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at útstykkingin er boðin út og tilboðini eru latin inn. Tað var fyritøkan Við Sjógv, sum hevði lægsta tilboðið og í hesi vikuni fer býráðið at taka støðu til tilboðini, og so verður farið undir arbeiðið.

 

Fyrrenn býráðið hevur avgreitt málið, vil formaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndini ikki siga, hvat tað ljóðaði upp á.

 

Hann væntar ikki, at útstykkini verður liðug í ár, men so verður tað næsta ár. Grundstykkini verða boðin út eftir bíðilistanum hjá býráðnum, og leypa nøkur stykki av, verða tey lýst til søku alment.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at hetta er ómetaliga kærkomið, tí hetta er fyrstu ferð síðani síðst í áttatiárunum, at kommunan hevur grundstykki til taks í Kollafirði.

 

 Nýggja útstykkingin er á Hamrabøi mitt í bygdini. Tað eru 24 grundstykki í nýggju útstykkingini, men Tróndur Sigurðsson sigur, at kommunan fer ikki at standa fyri arbeiðnum at gera sjálv stykkingini byggibúgvin. Tað fara tey, sum ogna sær grundstykki sjálvi at standa fyri, men býráðið fer at gera vegir, leggja kloakkir og tað, sum hartil hoyrir.

 

- Skulu tey, sum eiga stykkini, sjálvi gera tey byggibúgvin, kunnu tey kanska gera ein part av arbeiðnum sjálvi, og tað kann gera grundstykkini nakað væl bíligari, sigur hann.

 

Hinvegin ber heldur ikki til at siga, hvat hvørt grundstykki fer at kosta, men Tróndur sigurðsson sigur, at prísurin verður á góðari leið.