Ógvuliga spennandi uppgáva

- Fór eingin í holt við nakað uttan so, at vissa frammanundan var fyri, at raksturin í somu løtu fekst at hanga saman, høvdu vit onga fiskivinnu havt í dag. Poul Hansen, advokatur og vinnulívsmaður, er sera spentur upp á stóru avbjóðingina sum nevndarformaður í nýggja og stóra samtakinum, sum nú hevur lagt til brots í føroyskari fiskivinnu.

Tey seks skipini í samtakinum eru farin til fiskiskap, og tað næsta verður at lata nøkur av virkjunum uppaftur.

Poul Hansen hevur góðar vónir um raksturin, men hann ásannar, at tað mangan hevur verið trupult hjá heimaflotanum, eins tað eisini hevur verið trupult at fáa góðan rakstur í fiskavirkini á landi.

- Men vit trúgva upp á, at hetta fer at lata seg gera, leggur hann aftrat.

Spurdur, um nýggja samtakið væntar avlop longu hetta fyrsta árið, sigur Poul Hansen, at tað sjálvsagt er torført at meta um, men sjálvandi verður stílað fram ímóti hesum.

- Fór eingin í holt við nakað uttan so, at vissa frammanundan var fyri, at raksturin í somu løtu fekst at hanga saman, høvdu vit onga fiskivinnu havt í dag.

Hann vísir á, at hóast føroysk skipavinna í heimasjógvi og føroysk fiskaframleiðsla mangan hevur hingið tungt í sjónum, eigur eingin kortini at ivast í týdninginum.

- Vinnan skapar nógvar ringvirkningar og leggur soleiðis nógv eftir seg. Avleiddu vinnurnar av fiskivinnuni skriva rokningar fyri sína tænastu, um vit so kunnu siga, meðan bæði skip og virkir mugu fyrihalda seg til marknaðin, sigur Poul Hansen.