Ógvuliga vónbrotin av framferðini

Hóast vit halda, at tørvurin er størstur í Suðuroy, ætlar landsstýrið at gera eitt sambýli til sálarsjúk í meginøkinum og tað er ómetaliga harmiligt, sigur Sinnisbati

Sálarsjúk

? Hetta harmar meg almikið.
Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, er ógvuliga vónbrotin av framferðini hjá landsstýrinum.
Landsstýrið ætlar at byggja eitt sambýli til sálarsjúk.
Sinnisbati sigur, at tørvurin á einum slíkum sambýli er nógv størstur í Suðuroy.
Men kortini hevur Almanna- og helsummálaráðið lýst eftir húsum til sambýli í meginøkinum.
Tvær milliónir standa á fíggjarlógini í ár til eitt sambýli til sálarsjúk, men hóast Sinnisbati heldur, at tað skuldi verða í Suðuroy er altso søkt eftir húsum í Norðstreymoy ella Vágum.
Hon sigur, at í sambandi við rundferðina hjá Sinnisbata kring landið í heyst, hevði hon annars skilt á Almanna- og heilsumálaráðnum, at tað hetta sambýli fór antin at verða bygt í Suðuroy, ella kanska í Klaksvík.
Hon hevði eisini skilt, at Sinnisbati skuldi vera tikið við upp á ráð, tá ið avgerðin skuldi takast um, hvar sambýlið skuldi verða.
Kortini hevur Almanna- og heilsumálaráðið søkt eftir húsum norðanfyri, uttan at spyrja Sinnisbata eftir.
? Hetta undrar meg, tí vit eru 600 limir í Sinnisbata og okkara meining átti at viga eitt sindur í slíkum føri, heldur Soffi Egholm.

Ómetaliga harmiligt
? Tað, sum er hent, er ómetaliga harmiligt, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, sum er felagið hjá teimum sálarsjúkum.
? Hetta er fyrstu ferð síðani hetta landsstýrið kom til, at eitt slíkt stig er tikið, uttan at Sinnisbati er spurt til ráðs og tí er hon vónbrotin, sigur Soffi Egholm.
Annars hevur samstarvið við Landsstýrið verið sera gott í seinastuni og so mikið meiri harmast hon um, at tey ikki vistu av nøkrum.
? Vit halda framvegis, at tørvurin á einum slíkum sambýli er nógv størstur í Suðuroy.
Hetta kemst serliga av, at Suðuroyggin er so langt frá meginøkinum og tað er mangan tungt hjá sálarsjúkum í Suðuroy at fara heilt til Havnar til viðgerðar.
À økisfundi hjá Sinnisbata í Suðuroy í heyst, upplýsti hon sostatt, at Sinnisbati fór at mæla til, at tað fyrsta sambýli verður gjørt í Suðuroy.
Soffi Egholm ásannar, at Suðuroyggin er í eini serligari støðu, hvat ferðasambandi viðvíkur og hon mælir til, at tað fyrsta sambýli eigur at verða gjørt í Suðuroy, men kortini ætlar landsstýrið at gera tað inni á meginøkinum, haðani tað er ein lítil løta at ferðast til Havnar í bili.

Suðuroy í serligari støðu
Ætlanin hjá landsstýrinum er at skipa økissálarfrøði og sosialsálarfrøði kring um í landinum.
Endamálið er, at tað skal bera til hjá sálarsjúkum at fáa ambulanta viðgerð í nærumhvørvinum heldur enn at noyðast til Havnar hvørja ferð.
Tað verður hildið, at hetta er nógv betri fyri sjúklingarnar og teirra avvarðandi.
Í hesum sambandi er eisini ætlanin at byggja sambýli til sálarsjúk ymsastaðni í landinum og á fíggjarlógini í ár eru tvær milliónir settar av til endamálið.
Í hesum sambandi verður hugsað um eitt sambýli til lættari sjúklingar, sum ikki hava fyri neyðini at vera innlagdir á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Landsstýrið hevur ætlað, at tað skal vera klárt at flyta inn í tað fyrsta sambýli fyrst í komandi ári.
Sí eisini greinina "Gera sambýli eftir eini meting um tørvin".