Tá Notre-Dame-katedralurin í París brann í farna mánaði, smeltaðu eisini fleiri hundrað tons av blýggi, sum eitt nú spíri og tak vórðu bygd úr. Hetta hevur eftir øllum at døma havt stórar avleiðingar við sær fyri umhvørvið kring katedralin.
Blýggjdálkingin er ógvuslig, og løgreglan í París ávarðar nú um, at blýggjnøgdin, har dálkingin er størst, liggur millum 10 og 20 gram í hvørjum kilo av mold í nærumhvørvinum.
Hetta er millum 32 og 65 ferðir so nógv, sum heilsumyndugleikarnir loyva.
Tí eru økir kring Notre-Dame stongd, eins og løgreglan mælir húsarhaldum og fyritøkum í umhvørvinum til at vaska blýggjdust burtur. Fyri at minka um dálkingina verður mælt til at vaska væl við heitum klúti.
Løgreglan mælir eisini til, at børn og kvinnur, sum eru við barn í økinum, vaska hendurnar bæði ofta og væl.