Ein syndarlig vanlukka rakti Føroyar í gjár. Um áttatíðina í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Vágatunlinum. Eitt ógvusligt ferðsluóhapp við fimm persónbilum og einum bussi. Tilsamans 24 fólk vóru partur av óhappinum. Fleiri komu illa til skaða, og ein lat lív.
Hetta kundi eins væl verið veruleikin, og tað vóru tað helst nøkur, sum hildu, um tey hoyrdu og sóu mongu sjúkra-, brand- og politibilarnar ferðast til og frá Norðoyatunlinum í gjárkvøldið. Lukkutíð var bert talan um eina venjing.
100 fólk luttóku
Ein umfatandi og ógvuslig venjing, har omanfyri 100 fólk luttóku. Venjingarleiðari var danin Per Teglegaard, og á tíðindafundi í morgun greiddi hann frá venjingini í gjár.
Hann og Dávur R. Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum, søgdu, at samanumtikið kundi sigast, at planleggingin av tilbúgvingini gekk væl.
– Talan var um eina stóra venjing, og tað er trupult at ímynda sær eina støðu, har so nógv verða so hart rakt, sum í venjingini í gjárkvøldið, segði Per Teglegaard. Sjálvandi kann tann dagur koma, har okkurt so ógvusligt hendir, men Per Teglegaard heldur, at tað er so at siga óhugsandi við eini ferðsluvanlukku, ið umfatar 5 persónbilar, ein buss og tilsamans 24 fólk, har 14 komu sera illa fyri og ein doyði.
– Við venjingini í gjár fingu vit roynt alla skipanina, segði venjingarleiðarin og nevndi millum annað løgreglu, sløkkilið, sjúkrabilar og sjúkrahús.
– Skipanin fekk seg av álvara roynda, og sjálvt sjúkrahúsini vóru partur av venjingini, heilt fram til at sjúklingarnir skulu leggjast á operatiónsborðið, greiddi Per Teglegaard frá í morgun.
Dávur R. Hansen vísti á, at ein annar partur av venjingini var, at royna samstarvið millum luttakandi partar, og eisini í so máta gekk venjingin væl. Hesum var Per Teglegaard samdur við Dáva í.
– Allir instansir samstarvaðu væl og tað er positivt, men eisini tey serstøku viðurskiftini í tunlinum stóðu sína roynd, segði Per Teglegaard.
Frágreiðing í næsta ár
Tá tíðindafundurin byrjaði, segði Per Teglegaard sum eitt tað fyrsta, at óhappið hendi í gjárkvøldið, og tí var tað rættiliga avmarkað av tíð teir høvdu havt, til at eftirmeta venjingina. Eisini skal ein umfatandi frágreiðing skrivast frá venjingini, har farið verður niður í staklutir fyri at vísa á, hvat gekk væl og hvørjar ábøtur skulu gerast. Tí ber illa til at siga nakað yvirordnað um venjingina sum so.
Tilsamans skulu 20 ymsir partar gjøgnumgangast og her skal 80% vera væleydnað, fyri at úrslitið av venjingini verður mett at vera nøktandi. Frágreiðingin um hetta fyrileggur væntandi fyrst í komandi ári.
Sløkkiliðið má útbúgvast
Av teimum tingunum, har tað longu nú er greitt, at ábøtur mugu gerast, nevndi Per Teglegaard sløkkiliðið. Hann vísti á, at teimum vantaði tekniska og taktiskan førleika, og tað sást millum annað aftur, tá fólk skuldu klippast leys úr bilum.
– Útgerðin sløkkiliðið hevur er bæði nýggj og góð, men her má kommunan taka eina avgerð um, hvørt sløkkiliðið skal útbúgvast meiri ella ikki, segði Per Teglegaard.
Tá tað var sagt, so vísti Per Teglegaard á, at um ein venjing sum hendan, ikki kundi vísa á, at brúk var fyri útbúgving, so var ikki talan um eina góða venjing
– Tað er altíð brúk fyri at bøta um viðurskifti, slerdi Per Teglegaard fast.
Venjingin í gjárkvøldið er tann fyrsta av sínum slag í Norðoyatunlinum. Áður hava líknandi venjingar verið í Vágatunlinum, men Per Teglegaard metir ikki, at tað ber til at samanbera hesar kanningar. Men hann kundi tó staðfesta, at bæði vitanin og fakligheitin var betri nú, í mun til venjingina í Vágatunlinum.