Ein skúlabussur og ein persónbilur stoyttu saman, fyri umleið einum tíma síðani, í Kollafirði. Løgreglan roynir at fáa samband við børnini. Í bilinum sótu ein kvinna og tvey børn, og kvinnan hevur skorið seg rættiliga illa um hendurnar, hevur ilt í høvdinum umframt, at eini drongurin hevur ilt fyri bringuna.
Í fyrstu atløgu varð fráboðað løgregluni, at børnini í bussinum vóru óskadd, men nú ljóðar frá politistøðini, at summi børn kortini hava gramt seg um pínu ymsastaðni.
Men børnini vóru farin, tá ið løgreglan kom á staðið, og nú heitir løgreglan á børnini, um at seta seg í samband við løgregluna skjótast.
Tveir sjúkrabilar vóru á staðnum, umframt løgregluna, og tey fólkini, sum hava fingið skaða eru nú ávegis til Landssjúkrahúsið.