Óhappið hendi inni í Dali, har ein jeepur kom koyrandi suðureftir. Brádliga stendur ein seyður á vegnum, og tað var hált. Førarin misti tamarhaldið á jeepinum, men fekk tó hildið hann á vegnum einar 100 metrar longur fram. Tá kom ein bilur koyrandi ímóti honum. Jeepurin fór við síðuni inn í gronina á persónbilinum og síðani niðan av vegnum. Hin bilurin varð standandi á vegnum.
Førarin á jeepinum, og tey trý, sum sótu í persónbilinum vórðu øll innløgd á Landssjúkrahúsið, meðan tann, ið sat við síðuna av í jeepinum, ongan skaða fekk.
Bilførarin á persónbilinum fekk skaða í bróstkassan og grov sár í beinini. Hann mátti skerast út bilinum. Ferðafólkið, sum sat á baksetrinum reyk fram í forrútin. Ferðafólkið, sum sat framman, sat eisini rættiliga fast, men tað slapst tó undan at skera. Bilførarin á jeepinum fekk ilt í ryggin. Hann slapp tó skjótt út aftur av sjúkrahúsinum.
Kanningar verða gjørdar av óhappinum. Sýslumaðurin á Sandi sigur, at hesar ikki eru lidnar enn.
? Vit tóku neyðugu royndirnar beinanvegin fyri at útiloka, at bilførararnir vóru ov jólaligir, men tær royndirnar hava vit ikki fingið svar uppá enn, sigur sýslumaðurin á Sandi.