Óhappið hendi um tíggju-tíðina fyrrapartin tðsdagin, tá ið ein seyður leyp út á vegin beint framman fyri tann eina lastbilin. Hesin lastbilur noyddist at støðga heldur harðliga fyri at sleppa undan at koyra á seyðin. Ein lastbilur, ið koyrdi beint í hølunum á tí fremra, megnaði ikki at steðga, áðrenn hann rendi í afturpartin á fremra lastbilinum.
Tann fremri lastbilurin bleiv av stoytinum skumpaður yvir á ein triðja lastbil, ið stóð og helt av, og hesin helt so leiðina fram í ein parkeraðan persónbil, ið fór gjøgnum eitt stakitt inn í ein urtagarð.
Eingin fólkaskaði
Sðslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen, sigur við Sosialin, at tíbetur var eingin fólkaskaði, men nokk so fitt av materiellum skaða var. Hann sigur eisini, at allarhelst er tað bilførarin á aftara lastbilinum, ið fær ábyrgdina av óhappinum, tí at hann ikki hevur havt neyugu fjarstøðuna til lastbilin, ið koyrdi frammanfyri. Sommer Joensen sigur eisini, at bilarnir ikki koyrdu skjótt, neyvan meiri enn okkurt um 40-50 kilometrar um tíman, og hann leggur afturat, at tað var sera óheppið, at persónbilurin skuldi fara inn í urtagarðin, tí tað var einasta hús nær námind.