34 ára gamli, Gylfi Sigurðsson skrivaði seg í kvøld í søgubøkurnar, tá íslendska landsliðið í EM-undankappingarbólki J vann stórsigur 4-0 á Liktinstein á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Gylfi Sigurðsson skoraði til 1-0 tá 22 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá javnaði hann málmetið Eiður Smári Guðjohnsen og Kolbeinn Sigþórsson við 26 málum fyri Ísland hava deilt. Alfreð Finnbogason økti til 2-0 beint undan steðginum.
Tá fýra minuttir vóru leiktir var søguskrivingin veruleiki. Tá økti Gylfi Sigurðsson, ið hevur verið burtur frá landsliðsfótbólti í trý ár til 3-0. Hansara mál nummar 27 fyri Ísland, og er hann nú søguligur málskjútti. Hákon Arnar Haraldsson økti til 4-0 tá 63 minuttir vóru leiktir.
Í sama bólki vann Slovakia 1-0 á Luksemborg á útivølli. David Duris skoraði sigursmálið tá 77 minuttir vóru leiktir av dystinum. Portugal vann stórsigur 5-0 á Bosnia Hersogovina á útivølli. Longu í steðginum var Portugal á odda 5-0.
Cristiano Ronaldo betrar málmetið hvørja ferð hann skorar fyri Portugal. Og í kvøld skoraði hann mál nummar 126 og 127 fyri Portugal, tá hann skoraði til 1-0 og til 2-0. Tað fyrra málið var upp á brotsspark. Bruno Fernandes, João Cancelo og João Félix skoraðu hini málini hjá Portugal.
Portugal er langt síðani tryggjaðir EM-sess, og Slovakia er ógvuliga nær einum EM-endaspælsplássi. Ísland skal spæla dystir á útivølli móti Slovakia og Portugal, so tað fer at krevja eitt stórt undur um Ísland skal røkka EM-endaspælinum.
Støðan:
Nr | Dystir | U | J | T | Málmunur | Stig | |
1 | Portugal | 8 | 8 | 0 | 0 | 32:2 | 24 |
2 | Slovakia | 8 | 5 | 1 | 2 | 11:5 | 16 |
3 | Luksemborg | 8 | 3 | 2 | 3 | 8:18 | 11 |
4 | Ísland | 8 | 3 | 1 | 4 | 15:10 | 10 |
5 | Bosnia Hersogovina | 8 | 3 | 0 | 5 | 7:14 | 9 |
6 | Liktinstein | 8 | 0 | 0 | 8 | 1:25 | 0 |
16.11 | Liktinstein | : | Portugal |
16.11 | Luksemborg | : | Bosnia Hersogovina |
16.11 | Slovakia | : | Ísland |
19.11 | Portugal | : | Ísland |
19.11 | Bosnia Hersogovina | : | Slovakia |
19.11 | Liktinstein | : | Luksemborg |