Gylt føroysk trio á Skarv

Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen fara á pall á Skarv í Keypmannahavn leygarkvøldið. Teir tríggir hava mangan spælt saman áður, men hava sligið sítt navn fast í hvør sínum bólki.

Eyðun Noløse kenna vit fyrst og fremst frá fólkakæru Frændum, men hann hevur eisini latið út fløgu sum solistur, samstundis sum hann í løtuni arbeiðir við síni næstu einstaklingafløgu.

Terja Rasmussen minnast tey flestu best frá Terja og Føstufressum. Tiltikni bólkurin, sum eisini vann heiðurin fyri aldarinnar útgáva í Føroyum í 2000 fyri fløguna, sum bar sama navn sum bólkurin. Seinastu tíðina hevur hann saman við Føstufressum sínum spælt inn nýggja fløgu, sum kemur á marknaðin í næstu viku.

Kim Hansen hevur vunnið tónleikakappingina Prix Føroyar tvær ferðir. Fyrst við bólkinum Moirae, har Terji Rasmussen var forsangari, og síðani við bólkinum Taxi. Kim er millum mest umbidnu studiotónleikararnar í Føroyum og er við á sera nógvum innspælingum, men hevur eisini givið út egna fløgu.

Haraftrat hevur Kim Hansen eisini hitað upp fyri Elton John, tá hesin vitjaði í Føroyum í summar.

Við øðrum orðum er tað ein gylt trio, sum fer á pall á Skarv leygarkvøldið, har Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen fara at spæla til tann ljósa morgun.

Fyrireikararnir siga seg rokna við nógvum fólki og heita tí á fólk, um ikki at koma ov seint.

Tað er FO Invasion, sum skipar fyri tiltakinum saman við Skarv. Dyrnar opna klokkan 23.00 og Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen fara á pall ein tíma eftir midnátt.