Í farnu viku var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, á ferð í Russlandi og Kasakstan. Endamálið við ferðini var at slóða fyri betri marknaðaratgongd í eystanlondum fyri føroyskar útflytarar, ljóðaði tað í tíðindabrævi frá Løgmansskrivstovuni tann 1. november.
Ætlan hansara er at gera eina fríhandilsavtalju við Eurasisku tollsamgonguna, sum fevnir um Russland, Hvítarussland og Kasakstan.
Hetta fekk Amnesty at rópa varskó.
- Amnesty heldur, at ferðin hjá løgmanni er eitt gylt høvi at vísa á, hvørji grundleggjandi mannarættindi verða brotin í teimum londunum, hann fer at vitja, segði Jacoba Kruse, aðalskrivari hjá Føroya deildini hjá Amnesty International.
Hon vísti á, at Russlandi, Kasakstan og Hvítarussland øll verða nevnd í ársfrágreiðingini hjá Amnesty. Hvørji brot á mannarættindi talan er um, stendur aðrastaðni á hesi síðu.
- Løgmaður kemur í samband við valdsharrar í hesum londunum. Hann far givið boðini beinleiðis, at mannarættindi hava týdning og skulu virðast. Tann boðskapin skal løgmaður hava við á síni ferð, segði Jacoba Kruse, aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar.