Gylta kvartettin leingir

Soleiðis skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari, nú fýra av lyklaleikarunum hava longt sáttmálar sínar. Talan er um kollfirðingarnar Marna Djurhuus og Arnbjørn Hansen, og víkamenninar Bárður Olsen og Hans Paula Samuelsen. Sáttmálin røkkur til árslok 2009, og tað merkir, at hesir fýra vera at síggja á felagsliðnum tey bæði næstu árini. Allir hava teir spælt saman á ungdómsliðum hjá EB/Streymi, umframt at tríggir teirra, Marni, Hans Pauli og Arnbjørn eru skrásettir fyri A-landsdystir. Bárður Olsen hevur enn sín fyrsta landsdyst til góðar, men hevur í fleiri umførum verið inni í landsliðshitanum.