Gerhard Lognberg, sjálvútnevndur verji arbeiðarans, fær meira enn 60.000 krónur um mánaðin frá løgtinginum og Skopunar Kommunu, umframt 45.000 krónur fyri at røkja sjúkraflutningin í Sandoynni
Tað vísir ein stutt gjøgnumgongd av inntøkuni hjá løgtingsmanninum, sum í samband við orrustuna í sínum nú fyrrverandi flokki útnevndi seg sjálvan til verja hjá verkamanninum og –kvinnuni.
Í sama andadrátti skírdi hann Javnaðarflokkin at vera ein flokk fyri akademikarar.
- Eg kann bara staðfesta, at toppurin í Javnaðarflokkinum er í dag mannaður av akademikarum, sum hava til frægd at tosa um arbeiðaran, men sum als ikki kenna til, hvussu hesi í veruleikanum hava tað, segði Gerhard Lognberg við heimasíðuna hjá Norðlýsinum sunnudagin.
Sosialurin hevur spurt løgtingsmannin úr Skopun, hvussu hansara útsøgnir samsvara við tann veruleika, at hann sjálvur hevur ikki færri enn trý almenn størv, ið tilsamans geva honum meira enn 100.000 almennar krónur um mánaðin, tá sjúrkaflutningssáttmálin verður taldur við.
Men Gerhard Lognberg hevur ongar viðmerkingar.
Hann kundi tó upplýsa, at borgarstjórastarvið var bara hálva tíð, og at hann nærum einki fekk í løn fyri at vera leiðari á Ambulansutænastuni á Sandoy.
Gerhard Lognberg upplýsir, at tær 45.000 krónurnar fara til løn til onnur, so tað fellur nærum einki til hann sjálvan. Spurdur beinleiðis, hvussu nógv hann sjálvur fær í løn um mánaðin fyri at vera leiðari á Ambulansutænastuni á Sandoy var svarið, at hann ikki hevði stundir at svara spurningum.
Les meira í Sosialinum ídag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.