Hennes & Mauritz hevur ein áhaldandi sólskinssøga í svenskum vinnulívi, men nú hevur klædnafyritøkan rent seg í fíggjarligt illveður, og seinastu mánaðirnar er virðið á fyritøkuni minkað við einum fimtingi.
Tað skrivar Berlingske Business.
Fleiri íleggjarar hava selt partabrøv í H&M, og flestu íløguhúsini mæla til, at partabrøv í H&M verða seld.
Roknskapurin, sum kom mikudagin, gjørdi ikki støðuna betri, tí úrslitið var verri enn væntað. Eisinni boðaði H&M frá, at fyritøkan fer at stongja 170 handlar í 2018, og tað verður sæð sum ein avleiðing av økta nethandlinum, sum leggur trýst á veruligu handlarnar. H&M hevur havt oman fyri 4000 handlar kring heimin.
Umdømið hjá H&M hevur eisini fingið skaða av umstríddari lýsing, har ein ein myrkur drongur er í einari troyggju við áskriftini ”coolest monkey in the jungle”. Atfinningar og mótmæli vóru ímóti myndini í øllum heiminum, og í Suðurafrika var herverk gjørt í móti H&M handlum.