Fiskiflotin
Seinastu árini hevur grannskoðarafelagið P/F Rasmussen & Weihe gjørt eina roknskapargreining av føroyska fiskiskipaflotanum. Í tølum, sum í fyrsta lagi byggja á almennar roknskapir og aðrar upplýsingar, sum fyritøkan hevur útvegað sær, verður hugt at, hvussu gongdin er í hvørjum skipabólki sær, og hvussu heildargongdin er í fiskiskipavinnuni.
Í november/ desember er frágreiðingin hjá grannskoðarafelagnum vanliga liðug fyri árið fyri, og síðan ger felagið samanburðir við onnur ár, sum felagið áður hevur greinað. Ein meting er eisini um árið, vit eru í, og at enda verður mett um útlit.
Tá ið roknskapargreiningin er liðug, plagar felagið at bjóða viðskiftafeløgum til framløgu í hølum felagsins, og henda framløga verður seinnapartin í dag.
Roknskapargreiningin, sum verður løgd fram í dag, fevnir soleiðis um meginpartin av fiskiflotanum yvir 110 tons fyri árini 2002-2006.
Útróðrarflotin er ikki við í greiningini, tí í hesum partinum av flotanum eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í partafeløg ella smápartafeløg við skyldu at lata inn almennan roknskap.
Á hvørjum ári leggur Rasmussen & Weihe dent á, at tey, sum lesa frágreiðingina, kunnu gera sínar egnu niðurstøður. Tilfarið er rúgvusmikið og kann tí greinast á ymiskar hættir. Kortini staðfestir fyritøkan, at stórar broytingar eru farnar fram í fiskiskipaflotanum í tíðini 2002-2006.
Sosialurin hevur hugt at niðurstøðunum í frágreiðingini, og vit verða eisini við til framløguna, sum verður í dag.
Gongur afturá
Roknskapargreiningin býtir skipabólkarnar í átta vinnugreinar, 1) Pelagisk vinna, 2) Rækjuvinna, 3) Verksmiðjutrolarar, 4) Partrolarar, 5) Lemmatrolarar, 6) Línuskip, 7) Garnaskip og 8) Onnur skip.
Fyrstu talvurnar í frágreiðingini fevna um samanlagda fiskiflotan.
- Sum heild hevur fiskiflotin havt stóra afturgongd árini 2002-2004. Afturgongdin vendir kortini til framgongd aftur í 2005. Ársúrslitið fyri 2006 er væl betri enn í 2002, men tá ið ”óvanligt” er tikið burtur úr, er úrslitið á leið tað sama.
Tað, sum felagið kallar ”óvanligt”, snýr seg eitt nú um skipasølur.
Roknskapargreiningin fevnir ikki um árið 2007, men grannskoðarafelagið heldur ábendingar vera um, at árið i ár møguliga verður eitt sindur lakari hjá øllum skipabólkum undir einum.
- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag (FF) er samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðinum januar/ september 2007 minkað við umleið 12% samanborið við somu tíð árið fyri. Sambært hagtølunum er samlaða veiðivirðið eisini lækkað út við 4% fyrstu 9 mánaðirnar í 2007 í mun til somu tíð í 2006.
Hetta merkir, at øktu fiskaprísirnir ikki heilt klára at byrgja uppfyri minkandi veiðinøgdini.
Pelagisk skip
Pelagisku skipini, sum er tey, ið serliga veiða svartkjaft, sild og makrel, høvdu ikki serliga gott ár í 2002. Tey hava havt eina munandi afturgongd fram til 2004.
- Í 2005 gongur tó framá aftur, og serliga í 2006 hevur pelagiski flotin havt eina stóra framgongd. Sambært FF er miðalprísurin hjá pelagisku skipunum øktur nakað fyrstu 9 mánaðirnar í 2007, men samlaða veiðan er nakað minkað.
Grannskoðarafelagið sigur, at pelagiski flotin er rímiliga væl konsolideraður og er annars væl fyri sum heild.
- Líkt er til, at samlaða veiðivirði hjá hesum skipum verður nakað hægri í 2007 enn í 2006, men við høgu oljuprísunum kunnu vit rokna við, at úrslitið hjá pelagisku skipunum í 2007 verður á leið tað sama sum undanfarna ár, sigur felagið.
Rækjuskip
Tað er einki nýtt í roknskapargreiningini, at støðan hjá rækjuskipaflotanum, sum eftir er, ikki er serliga góð.
- Rækjuskipaflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan er sum heild vánalig við árslok 2006.
Í løtuni eru trý rækjuskip í vinnu undir føroyskum flaggi.
- Sambært tølum hjá FF er miðalprísurin fyri kilo fyrstu 9 mánaðirnar í ár lækkaður í mun til somu tíð í 2006. Hinvegin er veiðinøgdin vaksin, og okkurt er, sum bendir á, at rakstrarfyritreytirnar hjá rækjuskipaflotanum eru batnaðar nakað í 2007, sigur felagið.
Verksmiðjutrolarar
Støðan hjá vermsmiðjutrolarunum er rímiliga góð, og skipini eru hampiliga væl fyri við árslok í 2006.
- Verksmiðjutrolararnir hava havt rímiliga góð ár. Hóast broytingar í miðalprísi seinastu 5 árini, hevur raksturin kortini verið støðugt góður. Prísvøkstur hevur uppvigað minkingina í veiðinøgd árini 2003-2005.
Væntandi er, at veiðinøgdin minkar nakað í 2007, men miðalprísurin økist.
- Vit vænta tí, at samlaða veiðivirði hjá verksmiðjutrolarum verður á leið tað sama í 2007 sum árið fyri, sigur Rasmussen & Weihe.
Partrolarar
Partrolaraflotin er enn hampiliga væl fyri, men fíggjarstøðan versnaði munandi árini 2002-2004. Miðalprísurin, sum hevði verið støðugt fallandi síðan 2002, stabiliseraði seg í 2005 og vaks við heili 32,3% seinasta árið. Saman við munandi øking í veiðinøgdini merkti hetta, at úrslitið hjá partrolarunum broyttist frá halli í 2004 til avlop í 2005 og 2006.
- Veiðinøgdin fyrstu 9 mánaðirnar í ár er minkað í mun til somu tíð í fjør, men miðalprísurin í sama tíðarskeiði er hækkaður. Samanlagt er veiðivirðið, sambært tølum hjá FF, kortini minkað við 12,8% í 2007.
Felagið roknar tí við, at raksturin hjá partrolarunum verður nakað verri í ár enn í fjør, og ein partur av orsøkin er høgu oljuprísirnir.
Lemmatrolarar
Eins og hjá partrolarunum, er fíggjarstøðan hjá lemmatrolarunum hampilig, og konsolideringin er á góðari leið. Lemmatrolarar eru teir, sum vit undir einum plaga at rópa djúpvatnstrolarar.
- Gjaldførið er batnað fyri hvørt ár og er eisini nøktandi fyri 2006.
Lemmatrolararnir hava klárað at havt ein rímiliga javnan rakstur fram til 2003, men í 2004 hevði skipabólkurin eina munandi afturgongd. Minking í veiðinøgd og miðalprísi frá 2005-2006 merkti, at úrslitið hjá lemmatrolarum aftur vendist til hall.
- Sambært tølum hjá FF hava lemmatrolarar havt eina afturgongd í veiðinøgd fyrstu 9 mánaðirnar í ár upp á 17% samanborið við somu mánaðir í fjør. Aftrat hesum er miðalprísurin eisini lækkaður nakað. Samanlagt er veiðivirðið 9 teir fyrstu mánaðirnar í ár minkað við 13,1%.
Havandi høgu oljuprísirnar í huga, sum hála í skeiva endan, væntar Rasmussen & Weihe, at raksturin hjá lemmatrolarum verður lakari í 2007 enn í 2006.
Línuskip
Línuskipini høvdu ein støðugan vøkstur fram til 2003, sum gjørdist eitt serstakliga gott ár hjá hesum skipabólki. Positiva gongdin vendist í 2004, og gjørdist samlaða úrslitið fyri 2005 eitt hall á sama støði sum árið fyri.
- Í 2006 høvdu línuskipini stór hall, hóast miðalprísurin hækkaði í 2005 og 2006 eftir støðugt fall árini 2002-2004.
Samlaða veiðinøgdin hjá línuskipum minkaði við 4% árini 2005-2006.
- Sambært FF hava línuskipini havt eina afturgongd í veiðinøgd upp á heili 16,5% fyrstu 9 mánaðirnar í ár í mun til somu tíð árið fyri. Miðalprísurin er hækkaður nakað, soleiðis at samlaða veiðivirðið bert er minkað 6,5%.
Rasmussen & Weihe vænta samanlagt, at úrslitið hjá línuskipum í ár verður nakað verri enn í 2006.
Garnaskip
Hjá garnaskipum hava seinastu árini ikki roynst nóg væl, men ársúrslitið fyri 2006 er økt við tilsamans 67,9% síðan 2002. Hesi skip hava soleiðis havt eina munandi framgongd.
Fyrstu 9 mánaðirnar í ár er miðalprísurin hjá garnaskipum øktur við 18,3%, men samlaða veiðinøgdin er í sama tíðarskeiði minkað við 11,9%.
- Samlaða veiðivirðið er minkað við 4% fyrstu 9 mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør.
- Mett verður, at samlaða úrslitið hjá garnaskipum í 2007 verður um leið tað sama sum árið fyri, sigur Rasmussen & Weihe í niðurstøðunum um gongdina hjá ymisku skipabólkunum.
Manningarhýrur
Hyggja vit at, hvør skipabólkur hevur rindað størstu upphæddirnar í hýrum í 2006, sæst í roknskapargreiningini, at her liggja pelagisku skipini á einum fyrsta plássi eins og í 2005. Línuskip og verksmiðjutrolarar liggja ávikavist á øðrum og triðja plássi.
- Taka vit hvørt skipið sær, hava verksmiðjutrolarar goldið størstu hýrurnar seinastu árini. Annars er býtið broytt nakað hesi 5 árini, greiningarnar eru gjørdar. Bólkurin, sum verður nevndur ”onnur skip”, standa fyri størsta vøkstrinum hesi 5 árini. Onnur skip eru bert eini 2-3 í tali, og hesi eru tikin við eina mest fyri at fáa eina betri heildarmynd av fiskiskipaflotanum.
Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe siga, at í flestu skipabólkum eru hýruútreiðslurnar øktar seinastu árini.
Sáttmálasamráðingar
Í løtuni eru sáttmálasamráðingar millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag og sum skilst, er her talan er rættiliga trekar og truplar samráðingar.
Semingsstovnurin hevur útsett eitt møguligt verkfall í fiskiskipaflotanum í eina viku, og ivasamt er, um partarnir í hesum tíðarskeiði megna at finna eina semju um nýggjan sáttmála.
Sosialurin hevur skilt, at stórur áhugi er fyri roknskapargreiningini, nú samráðingar eru millum partarnar, og hendan verður so tøk seinnapartin í dag, tá ið framløgufundur verður í hølunum hjá Rasmussen & Weihe.
Tað eru í fyrsta lagi Bjarni Arnason, løggildur grannskoðari og Jacobina í Lambanum, grannskoðari, sum hava staðið fyri savnanini av tølum og skjølum – og tað verða eisini tey, sum fara at standa fyri framløguni í dag.