Hæddarpunkt: Eysturríki-Føroyar 1-0 (U21)

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini frá tepra ósigrinum hjá føroyska U21 landsliðnum í Wien

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá U21 undankappingardystinum millum Eysturríki og Føroyar í Wien, sum endaði við einum teprum 1-0 sigri til Eysturríki.

10 minuttir inni í kykmyndini sæst stóri møguleikin hjá Jákupi Thomsen, sum ikki tók, men sendi bóltin dygst framvið stongini.

Gevið gætur, at fyrstu minuttirnir á kykmyndini eru bara hæddarpunkt at síggja, so koma nakrar samrøður, men hæddarpunkt frá dystinum verða víst meðan samrøðurnar eru í gongd.

Tað er eysturríkska fótbóltssambandið, sum hevur lagt hendan samandráttin út á YouTube.