Hæddarpunktið á árinum

Sølvi Vatnhamar, sum var einsamallur málskjútti hjá Víkingi, var sjálvsagt ovurfegin eftir dystin leygardagin. Og hann staðfesti, at málið var hæddarpunktið í hesum kappingarárinum.

- Eg havi bíða leingi eftir málinum, og tað var stuttligt, at tað skuldi verða so týdningarmikið. Tað var perfekt, staðfestir miðvallarin.

Var sigurin uppiborin?

- Dysturin var sera tættur. Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki trýstu runavíkingar, men annars vóru vit við yvirlutan. Sigurin var uppiborin. Dystirnir móti NSÍ er eisini vorðin sannar grannauppgerðir, og sigurin var sera umráðandi. Víkingur hevur spælt fimm dystir móti NSÍ og vunnið hvørjaferð, so vit kunnu ikki klaga, sigur Sølvi Vatnhamar.