Leyst og fast
Á blaðskrivstovuni hjá Sosialinum í Eysturoy detta fólk javnan inn á gólvið.
Summi koma í beinleiðis ørindum, og onnur steðga á at práta eina løtu, meðan
bíðað verður eftir, at lánistovnur ella handil er opin. Uppaftur fleiri vitja
inn á
gólvið hjá Petur Olivar í Hoyvík ella Gimpa, sum hann verður róptur. Gimpi ger
skeltir og annað beint við síðuna av skrivstovuni hjá Sosialinum, og bert ein
hálvur metur er millum hurðarnar.
Hvaðani kelinavnið Gimpi stavar, verður kanska ein søga eina aðru ferð.
Sosialurin leigar í góðum hølum hjá arbeiðarafelagnum, Hæddini, og felagið
hevur sett at kalla øll húsini í stand.
Maðurin, sum hegnisliga hevur sett litir á nossligu hølini, er Marne Olsen í
Rytuvík, sum hevur fingist við at mála í mong ár. Alt er sera snøgt og væl úr
hondum greitt.
Arbeiði, sum Marne hevur gjørt og framhaldandi skal gera fyri Hæddina, er
umfatandi, men innandura er nú næstan bara skrivstovan hjá Hæddini eftir at
mála.
Marne dettur inn á gólvið á Sosialinum av og á, og tað ger Gimpi eisini. Nú
veðrið er gott, verður viðhvørt staðið í túninum og prátað.
Gimpi er sjálvstýrismaður, og Marne er sambandsmaður, og nú samráðingar eru um
skipan av samgongu, fellir prátið ofta yvir í politikkin. Tá kann vera stuttligt
at hoyra teir báðar, hvør í sínum lagi.
Dettur Otto Frits Hansen, sum í mong ár var húsavørður í skúlunum í Runavíkar
kommunu, so eisini inn á gólvið, er rættiliga stuttligt at líða á.
Otto er jú einki minni enn sonur tann tiltikna Hanusbónda í Nólsoy, og soleiðis
er hann eisini mammubeiggi Ova Joensen, sum róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar í
1986.
Munur á hæddum
Marne er nú eisini farin í holt við bygningin hjá Hæddini uttan. Hann sparslar
millum elementini, og møguliga skulu húsini eisini ?tapetserast? uttan. Tað
skulu vit ikki hanga okkum í á hesum sinni.
Bygningurin er rættiliga lágur á ovaru síðu, og Marne røkkur næstan uppí
takrennuna, tá ið hann rættir seg upp. So, hetta er høgligt arbeiði, soleingi
arbeitt verður omanfyri.
Meðan Marne snøggar um lága bygningin hjá Hæddini, hugsar hann um aðrar hæddir,
og tær eru ikki smávegis.
Hann hevur nevniliga fingið til uppgávu at mála Fríðrikskirkjuna uttan í
summar, og her noyðist hann heilar 28 metrar upp, tí so høgur er hesin
bygningur uppí ovasta enda.
Marne fær tó einar tveir mans at hjálpa sær við Fríðrikskirkjuni, og hann
heldur, at hendan uppgávan man fara at vera yvirkomilig hóast ørandi hæddina.
Hann ætlar at byrja niðast við og so mála uppeftir. Meginparturin av arbeiðinum
má gerast úr krana, og til tjúgund og seinasta noyðist hann at leiga stóra
kranan hjá maskinverkstaðnum, Mekanik, í Runavík. Hesin er stórur og dýrur, og
tí er umráðandi at vita, hvussu langt upp slepst við smærri kranum, sum eru
bíligari at leiga, áðrenn kranin hjá Mekanik kemur uppí leikin.
Í túninum hósdagin helt Marne Olsen skemtiliga fyri, at eingin eiður má fella
har uppi í kirkjutoppinum, tí annars veit eingin, hvat spyrst burtur úr!
Sjálvur væntar hann, at teir fara at megna hesa uppgávu, hóast hæddin á
Fríðrikskirkjuni á Toftum á ongan hátt kann samanberst við Hæddina her inni í
Saltangará, sum Sosialurin húsast.