Høgni Reistrup liggur aftur sum nr. 1 á 15 teimum bestu við lagnum ?Vit vita at so er? av fløguni ?Hugafar á ferð?, sum hann gav út í summar. Á síni MySpace-síðu skrivar Høgni, at fløga hansara snýr seg um ferðina hjá einum ungum tónleikafólki út í verðina, har lív hansara er ávirkað av einari trongd at leita eftir lítlum pørtum av lívinum. Tónleikurin á nýggju fløguni er rættiliga nógv øðrvísi enn tað, hann gjørdi, tá ið hann var forsangari í bólkinum Lawetz. Her var tónleikurin nevniliga sera glaður og lívligur. Hóast eisini er pláss fyri eitt sindur av hesum á nýggju fløguni, sigur hann sjálvur á MySpace, at hetta als ikki er tað, sum eyðkennir nýggju fløguna ?Hugafar á ferð?.
Høgni var í síðstu viku nr. 2 á listanum, men nú er hann so aftur nr. 1.
James Blunt noyðist sostatt at liggja sum nr. 2 hesa vikuna við lagnum ?1973?, sum alla tíðina hoyrist í útvarpinum.
Britney Spears, sum í undarfarnu viku lá á 3. plássi við fyrsta lagnum ?Gimme more? av nýggju fløgu hennara, er nú nr. 4 á listanum. Á 3. plássi liggja Timbaland og Keri Hilson nú við lagnum ?The Way I are?.