TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við málhetjuna hjá B36, Høgna Eysturoy, sum átti sín stóra lut í, at B36 vendi 1-2 til HB til ein 3-2 sigur til B36 við tveimum góðum málum.
- Hetta er heilt fantastiskt, sigur Høgni Eysturoy, sum hevur ringt at fata hvat hann hevur upplivað. At spæla ímóti HB í góðum veðri frammanfyri nógvum áskoðarum og vinna, er sambært Høgna Eysturoy millum tær størstu upplivingarnar, sum finnast.
Høgni Eysturoy sigur, at hann hevur ótolnast at fáa spælitíð, og tí var hann sera fegin, tá Eyðun Klakstein gav honum møguleikan. Høgni Eysturoy heldur, at HB spældi væl stóran part av dystinum, og B36 hevði trupuleikar, men tað eydnaðist B36 at venda dystinum.