Høgni Hoydal: Danskir pengar eingin trygd

Føroyska heilsuverkið hevur verið forsømt seinastu 30 árini, men tað hava vit gjørt nakað við, og vit fara framhaldandi at raðfesta hetta økið høgt, sigur Høgni Hoydal

 

? Blokkstuðulin er eingin trygd fyri, at vit hava eitt vælvirkandi almanna- og heilsuverk. Seinastu 30 árini hava vit havt eitt sokallað heilsuverk, sum hevur staðið í stað. Og støðan hjá Páll Vang er eitt av mongum dømum um, hvussu støðan er á hesum øki.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.

? Hóast vit nú minka blokkstuðulin, seta vit nógv fleiri pengar av til almanna- og heilsuøki, og alt trivnaðarøkið skal raðfestast fram um annað komandi árini, sigur hann.

? Eg havi eisini havt hesar trupulleikar inn at lívinum, tí onkur í familjuni hevur havt hjálp fyri neyðini. Tí veit eg, at tað kann verða eitt stórt tak at fáa neyðugu hjálpina.


Danskir pengar eingin trygd

Høgni Hoydal heldur, at tað er eingin grund til at samantvinna fullveldi við hesar trupulleikar.

? Vit hava seinastu 30 árini forsømt heilsuverkið, og tað hava vit gjørt, samstundis sum vit hava fingið pengar úr Danmark. Nú gera vit nakað við støðuna, og seinastu 2-3 árini eru fleiri pengar settir av til trivnaðarøkið, sigur Høgni Hoydal.

Hann heldur ikki, at tað bara er ein spurningur um pengar fyri at fáa heilsuverkið at virka. Tað er eisini spurningur um samskipan og raðfestingar.

? Einar sjálvstøðugar Føroyar skulu hava eitt vælvirkandi almanna- og heilsuverk, og hóast vit verða sjálvstøðugt land, so skulu vit eisini samstarva við onnur lond á hesum øki, sigur hann.

? Næstu árini skal trivnaðarøkið raðfestast hægst, so vit fáa gjørt enn fleiri betringar á hesum øki, sigur Høgni Hoydal.