Yvirtøkan av flogvøllinum
- Sjálvandi er tað ørkymlandi hjá Høgna Hoydal, at vit hava klárað at loyst eitt álvarsmál, sum hann stríddist við í seks ár til fánýtis.
- Men kortini mátti tað verið óneyðugt hjá honum at leita til beinleiðis ósannindi fyri at verja sína støðu.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður sigur, at á ein hátt skilir hann álopið frá Høgna Hoydal í bløðunum síðst í farnu viku.
- Hann er í andstøðu, so okkurt skal hann væl hava at finnast at.
Tað, sum Høgni Hoydal finst so hvassliga at í farnu viku, er, at flogvallarmálið hevur fingið tað loysn, sum nú er avtalað ímillum føroyskar og danskar myndugleikar.
Men tað undrar løgmann stórliga at nakar kann verða ímóti, at flogvallarmálið nú er loyst, eftir at tað hevur verið eitt politiskur trupulleiki í nógv ár.
Løgmaður vísir á, at danir bjóðaðu samgonguni hjá Høgna Hoydal at yvirtaka flogvøllin, sum hann lá.
Men tað tók samgongan ikki undir við og kravdi, at hann var útbygdur, áðrenn hann var yvirtikin.
- Tí undrar tað meg, at formaður tjóðveldisfloksins er so negativur, nú tað hevur eydnast at fáa flogvøllini bæði yvirtiknan og útbýgdan fyri 365 milliónir krónur so at hann lýkur tey krøv, sum verða sett til ein nýmótans flogvøll.
Ùtbyggingarnar bera í sær, at vøllurin verður longdur 350 metrar, upp í 1600 metrar, at farstøðin verður gjørd munandi størri og at annar aðrar útbyggingar verða gjørdar.
Eitt ár um at rakna við
Men Løgmaður vísir eisini á, at andstøðuleiðarin førir beinleiðis ósannindi fram, tá ið hann roynir at tileinkisgera tað loysn, sum nú er funnin á flogvallarmálinum.
Høgni Hoydal staðfestir, at eftir stýrisskipanarlógini eigur løgmaður at ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum í einum máli sum hesum.
Men í hesum føri, er Løgtingið als ikki eftirspurt og hvørki orð ella eið hevur verið í uttanlandsnevndini, sigur Høgni Hoydal.
-Hetta er beinleiðis ósatt, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at 1. apríl í fjør var hann á fundi við uttanlandsnevndini og greiddi frá málinum.
- Eg greiddi uttanlandsnevndini frá ætlanini at yvirtaka og byggja flogvøllin út og eg greiddi eisini frá, at ætlanin var at fíggja útbyggingina við pengum úr Íleggingargrunninum.
- Longu sama dag fekk eg skriv frá uttanlandsnevndini, har hon boðaði frá, at hon tók undir við ætlanini.
Annars fær Løgtingið eisini høvi til at viðgerða málið, tá ið ríkilógartilmælið um at fíggja útbyggingina av flogvøllinum úr Íleggingargrunninum, verður lagt fyri Løgtingið.
-Veruleikin er sostatt, at Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin hava kent til hetta málið í meiri enn eitt ár.
- Men tað er ikki fyrrenn nú, at hann ger vart við seg, staðfestir Løgmaður.
Mistekur seg um Ìleggingargrunnurin
Løgmaður sigur, at tað, sum Høgni Hoydal førir fram í sambandi við Ìleggingargrunnin, er eisini skeivt.
- Íleggingargrunnurin er ikki ein grunnur, sum føroyingar eiga. Talan er um ein grunn, sum varð stovnaður á sinni eftir samráðingar ímillum føroyskar og danskar myndugleikar. Allur peningurin í grunninum er goldin yvir donsku fíggjarlógina og peningurin skuldi brúkast til at fíggja útbyggingar í Føroyum.
- Tað er ein misskiling, tá ið Høgni Hoydal førir fram, at Íleggingargrunnurin er beinleiðis knýttur at Marshall-hjálpini. Marshall-hjálpin var fleiri ár frammanundan og varð brúkt til at byggja vatnorkuna út við og til onnur endamál.
- Eitt nú var hon við til at geva stovnsfæið til Realin.
Løgmaður vísir eisini á, at lógin fyri Íleggingargrunnin er donsk.
- Samgongan hjá Høgna Hoydal royndi at yvirtaka Íleggingargrunnin, men tað eydnaðist ikki.
Jóannes Eideagaard heldur, tað einasta, sum kundi verið at funnist at í sambandi við at útbyggingin av flogvøllinum skal betalast úr Íleggingargrunninum, er, at tað kundi tikið fígging frá øðrum útbyggingum.
- Men í føroyska samfelagnum eru fíggingarmøguleikar ikki ein trupulleiki. Er talan um skilagóðar verkætlanir, tróta heldur ikki fíggingarmøguleikar. Tað er ætlaði undirsjóvbartunnilin til Havnar eitt gott dømi um.
- Sostatt hevur tað ongant ýdning fyri framtíðar útbyggingar í Føroyum, at útbyggingin verður fíggjað úr Íleggingargrunninum. Hinvegin er tað ógvuliga átrokandi, at flogvøllurin verður útbygdur.
Kunnu yvirtaka nær sum helst
Høgni Hoydal fýlist eisini á, at Løgmaður framvegis letur danir hava ræðið á loftferðsluni, sum er góð inntøkukelda hjá summum londum.
- Hetta er eisini ein misskiljing. Í fyrra lagi hevur spurningurin um loftferðslumyndugleikan onki at gera við spurningin um sjálvan flogvøllin. Í seinna lagi stendur beinleiðis í yvirtøkulógini at vit kunnu yvirtaka loftferðslumyndugleikan, nær sum helst.
- Sostatt kann loftferðslumyndugleikin yvirtakast so skjótt semja er um tað á Føroya Løgtingi, staðfestir Løgmaður.
Annars ásannar hann eisini, at Føroyar eru vorðin ein loftferðslutjóð og tí kundi tað verið hóskandi at tikið spurningin upp.
Men samstundis viðgongur hann eisini, at loftferðslumyndugleikin er ikki eitt málsøki, ið stendur á yvirtøkulistanum hjá hesi samgonguni.
Nervar ikki aðrar útbyggingar
Annars heldur løgmaður, at tað er løgið at Høgni Hoydal tvíheldur um, at bara hann helt fast um ætlanina hjá undanfarnu samgongu, høvdu vit fingið í posa og sekk.
Ætlanin hjá undanfarnu samgongu var at tengja tengja yvirtøkuna av flogvøllinum saman við einum kravi um, at danska stjórnin viðurkendi, at Íleggingargrunnurin er ein føroyskur grunnur. So kundu vit liva við, at vit sjálvi bygdu flogvøllin út.
- Tá var nevniliga upplagt at gera flogvøllin til eitt alment partafelag, sum síðani fíggjaði útbyggingina við lánum úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar.
- Hví fekk Høgni Hoydal so ikki málið loyst øll tey seks árini hann sat í samgongu, tá ið tað er so einfalt, sum hann nú ger tað til, spyr Løgmaður.
- Men veruleikin er, at tað einasta, Høgni Hoydal fekk burturúr, var, at vit kundi yvirtaka flogvøllin, sum hann lá. Men gjørdu vit tað, er ómøguligt at vita, hvussu frammaliga útbyggingin hevði verðið raðfest ímillum allar aðrar útbyggingar í samfelagnum.
- Nú hava vit so yvirtikið flogvøllin og fáa hann bygdan út, leysar av øllum øðrum útbyggingum í landinum og sostatt uttan at nerva aðrar ætlanir og eisini enntá uttan at tyngja flogvøllin fíggjarliga í framtíðini.
Løgmaður sigur, at politikkur snýr seg um at fáa eina loysn, heldur enn at halda lív í einum kjaki, sum ikki førir til nakað kortini.
- Annars góvu danir okkum eitt tilboð um at yvirtaka flogvøllin og fáa 20 milliónir við í posan. Tað longsta, sum danir annars vildu strekkja seg, men tí tilboðnum vístu vit aftur. Og úrslitið er tann loysnin, sum nú liggur á borðinum, sigur løgmaður og tað er hann væl nøgdur um.